Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Klædnahandilin Sp/f Hans Joensen skiftir eigara. Fyrrverandi eigarin, Hans Joensen, hevur valt at pensjónera seg eftir 53 árum í fyritøkuni.

 - Nú fari eg at liva eitt annað lív. Eg fari altíð upp klokkan seks, og tað havi eg gjørt síðan eg bleiv stjóri í hesum felagnum fyri 48 árum síðani. Eg byrjaði at ganga ørindir sum 14 ára gamal og yvirtók síðan fyritøkuna í 1982 og havi verið stjóri líka síðani. Eg eri altíð farin glaður til arbeiðis øll tey 53 árini, eg havi verið her. Men eg havi brúkt tey síðstu árini uppá at fyrireika meg uppá at fara. Eg havi altíð sagt, at eg fari ikki at fylla 69 ár og enn reka handilin - og nú verði eg 69 ár í august.

Hans Joensen verður í handlinum til 15. juli. Eftir hetta verður tað Pætur Steinhólm, sum hevur nógvar royndir innanfyri klædnaheimin, ið fer at reka handilin.

 - Við nýggju eigarunum føli eg, at handilin er í tryggum hondum, og at eg kann leggja frá mær við góðari samvitsku, leggur Hans Joensen afturat.

Kundar eru vælkomnir at støkka inn á gólvið á Smyrilsvegi 7 at heilsa uppá Hans komandi dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo