Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag hevur maðurin, sum stendur við rulluna á myndini, rundan føðingardag. Tað er Hans Pauli Purkhús í Kunoy, sum fyllir 70 ár ídag. Hans Pauli er næstelstur av teimum seks børnunum hjá Malenu, f. Jacobsen, sum vaks upp á Vágsheygnum í Klaksvík, og Julius Purkhús, sum var ættaður úr Kunoy. Tey búðu á Gørðum í Klaksvík.

Hans Pauli er fýra ár eldri enn eg, men vit hava kenst væl, síðan vit vóru smádreingir. Hetta komst einamest av, at eg og yngri beiggin Kári vóru bestu vinmenn í uppvøkstrinum. Men eg kendi eisini væl Hans Paula frá útróðrinum niðri á gomlu Stongunum í Klaksvík, har eg rakti og egndi línu fyri pápa, meðan Hans Pauli róði út við Hans Jensen ella Hans á Varpinum. Gamli Hans, sum var uppilagstur skipari, átti ein stóran maskinbát, sum honum dámdi væl at flóta við. Men Hans gjørdist minnisveikur, seinastu árini hann livdi, og tí bleiv Hans Pauli sum 12-14 ára gamal álitismaður í útróðrinum hjá honum. Teir róðu út við línu um sumrini ella aftaná skúlatíð, men skúlagongdini hjá Hans Paula bagdi onki, tí “peruna” hevur hann sum fáur.

Góði hugurin hjá Hans Paula til sjógvin gjørdi, at hann seinni tók útbúgving sum skipari. Hann sigldi m.a. í fleiri ár sum skipari við 50-tonsaranum Havsbrún, sum hann átti saman við øðrum. Eitt summari, meðan eg las niðri, var eg tríggjar snellutúrar undir Íslandi við Hans Paula sum skipara. Vit fingu upp í bátin av upsa allar túrarnar, og eg fekk væl burtur úr. Seinni hava vit báðir eisini verið onkrar útróðrartúrar saman.

Nøkur ár seinni keyptu Hans Pauli og aðrir laksabátin Turid, har hann eisini var skipari í fleiri ár. Hans Pauli hevur verið fiskiklógv, og tað hevur altíð eydnast honum at fáa nógvan fisk, óansæð hvørjum fiskaslag hann hevur roynt eftir.

Hans Pauli er kendur sum skilamaður á sjónum, men sum allir aðrir sjómenn hevur hann bæði havt góðar og ringar túrar. Nógv tann ringasti var tó fyri 40 árum síðan, tá Viksund-báturin Havgásin sakk undan honum og tveimum øðrum monnum ein hálvan tíma eftir, at teir vóru lidnir at draga línuna og vóru á veg til lands. Tá stóð illa til. Hans Pauli hevði drúgva frágreiðing um hendingina í Norðlýsinum 1. apríl í ár.

Eg fari at ynskja Hans Paula hjartaliga tillukku á 70-ára føðingardegnum og takka fyri nógvar góðar løtur bæði á sjógvi og landi.

Jákup Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo