Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kendi danski sjónvarpsverturin Hans V. Bischoff er deyður, 88 ára gamal.

Hans V. Bischoff var av kendastu sjónvarpsvertunum í Danmark, har hann arbeiddi hjá DR árini frá 1975 til 2002. Tað var eisini um tað tíðina tá sjónvarpið kom til Føroya, og tey fyrstu árini vísti donsku TV-Avísina.

Hans V. Bischoff var so kendur í Danmark av sínum starvi sum sjónvarpsvertur, at danir skemtaðu við, at tað vóru tvey fólk í Danmark, har ikki var neyðugt at skriva navnið á skíggjan - hin var Margretha drotning.

Hans V. Bischoff fekk Cavlingprísin í 1967. Hann var eisini formaður í Publicistklubbanum árini frá 1992 til 2006.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo