Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mikukvøldið 18. januar kl 20:00 fer Hanus Kamban, rithøvundur, at innleiða sýningina við nýggja svenska filminum ”Den alvarsamme leken”, sum Pernilla August hevur leikstjórnað.

Hon hevur samstarvað við Ingmar Bergman á palli, spælt Shmi Skywalker í Star Wars á filmi og var frá 1991-97 gift við Bille August.

Síðan 2005 hevur Pernilla sjálv verið filmsleikstjóri.

Hetta er triði filmur, sum byggir á klassisku skaldsøguna hjá Hjalmar Söderberg frá 1912. Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti.

Hanus Kamban, sum innleiðir sýningina í Filmsfelagnum, hevur granskað og týtt Hjalmar Söderberg, og altíð verið hugtikin av honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo