Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amnesty og Kvinnuhúsið: Sum COVID-19 hevur flutt seg frá landi til land, hevur tað víst seg, at ein óhugnaligur fylgisveinur fylgir við. Tølini fyri harðskap í nærsambondum hava víst seg at økjast munandi.

 

Í Kina trýfaldaðust áheitanir til løgregluna um harðskap í februar, og í Onglandi, sum eisini er rakt av COVID-19, vísti seinasta vikan í mars, at áheitanir til kreppumiðstøðir eru øktar við einum triðingi.

 

Harðskapur móti kvinnum vaks við 32% í Fraklandi, og í Paris við heili 36% longu ta fyrstu vikuna eftir landið var farið í “lock-down”.

 

- Kreppur føra til øktan harðskap, og kvinnur og børn, sum eru fyri harðskapi heima, eru serliga útsett í hesum døgum, sigur leiðarin í donsku kreppumiðstøðini Danner, Lisbeth Jessen. Almannamálaráðið hevur longu sett seg í samband við Kvinnuhúsið fyri at vita, um støðan krevur, at serlig tiltøk verða sett í verk. Boðskapurin hjá Kvinnuhúsinum er, at larmandi tøgnin í dag kann fara at vísa seg sum eitt nógv størri trýst um stutta tíð. Og tí er viðkomandi at seta tiltøk í verk nú.

 

Truplari at fáa hjálp

Í Føroyum er støðan tann, at talið av áheitanum til Kvinnuhúsið minkaði knappliga við tveimum triðingum í mars mánaði samanborið við januar og februar. Larmandi tøgn valdar, og hetta førir til stúran um, hvat er í væntu.

 

- Harðskapsraktar kvinnur eru ofta sera hart merktar av at liva í harðligum parløgum. Hettar kemur til sjóndar við, at tær eru strongdar, hava ótta og/ella angist, tunglyndi og líknandi avbjóðingar. Teirra sjálvskensla er lá og hevur við sær, at tað gerst serliga trupult at hugsa klárt, at varðveita yvirlit og at hava orku at søkja sær hjálp. Hetta er undir vanligum umstøðum, og tí er tað væl hugsandi, at tað er nógv verri undir núverandi umstøðum, har fólk eru avbyrgd heima stóran part av degnum, sigur Ann-britt F. Mortensen, sum er dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum í Føroyum.

 

Knappliga minkingin í uppringingum til Kvinnuhúsið er ikki óvæntað, og sama mynstur ger seg galdandi í Danmark, har kreppumiðstøðin Danner vísir á, at talið av áheitanum stendur í stað. Sambært Lisbeth Jessen frá Danner er orsøkin til lága talið av uppringingum helst, at tað er truplari hjá kvinnum at søkja sær hjálp, tá tær eru avbyrgdar í heimi sínum.

 

- Í løtuni uppliva vit í Danner, eins og í Italia, at talið av kvinnum, sum venda sær til telefonráðgevingina, er lægri enn vanligt. Tað merkir ikki, at kvinnur ikki hava tørv á at ringja til okkum, men tað merkir, at tað eru fleiri forðingar fyri at ringja beint nú, sigur Lisbeth Jessen.

 

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo