Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Átøk ímóti harðskapi í býarlívinum

- Nær verða átøkini í heildarætlanini fyri at basa rúsevnamisnýtslu sett í verk?

- Eru ætlanir um at seta í verk tiltøk til tess at basa harðskapinum í býarlívinum?

- Eru nakrar ítøkiligar samráðingar við kommunurnar um átøk ímóti harðskapi?

Viðmerkingar:
Tað gongur neyvan eitt vikuskifti uttan fráboðanir til løgregluna um harðskap í býarlívinum, serliga í miðstaðarøkinum.

Harðskapurin tykist gerast grovari og eisini ósek, ung sum eldri, verða álopin.

Ógrundaður harðskapur er ein sera álvarsligur trupulleiki, sum hond eigur at verða tikin um beinanvegin.

Mynstrið við harðskapinum er broytt munandi seinnu árini, og ofta eru rúsevni ein partur av trupulleikanum.

Í mars mánaði varð ein heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnamisnýtslu í Føroyum 2022-2028 handað løgmanni.

Tí verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi, 26. april 2022
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo