Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning, nr. 52-204/2021, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um vantandi tilboð til børn við serligum tørvi.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at fosturforeldur ikki vita sunnukvøld, um barn teirra framhaldandi hevur eitt tilboð mánamorgun?

2. Hvat verður gjørt fyri at tryggja, at tílikt ikki hendir aftur?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at eftirhyggja og betra um samstarvið millum barnaverndina og Almannaverkið?

Svar:
Til nr. 1

Nógv umrødda málið um eitt barn, hvørs frítíðartilboð á stovni hjá Almannaverkinum brádliga fall burtur, er á ongan hátt nøktandi, og eg harmist um støðuna hjá barninum og fosturforeldrunum. Heldur ikki er tað nøktandi, at foreldur fáa boð um fyribils broytingar í fyriskipanum við so stuttum skotbrái.

Málið snýr seg nærri um eitt barn, ið hevur eitt fast frítíðartilboð á stovni hjá Almannaverkinum eftir skúlatíð frá uml. kl. 13.30-17.00. Vegna starvsfólkatrot og bráðfeingis sjúkraskrivingar kom Almannaverkið í tað bráðfeingis støðu, at Almannaverkið brádliga ikki kundi bjóða barninum frítíðartilboðið í áleið 2 vikur. Avleiðingin var, at barnið fyribils mátti vera heima hjá fosturforeldrunum hesar dagarnar millum kl. 13.30-17.00. Fosturforeldrini fingu boðini um fyribils broytingar hósdagin 19. mai, og kom broytingin í gildi týsdagin 24. mai.

Málið varð loyst við at starvsfólk frá øðrum stovnum hjá Almannaverkinum og fyrrverandi sett starvsfólk traðkaðu bráðfeingis til, fyri framhaldandi at kunna veita barninum eitt frítíðartilboð eftir skúlatíð. Ein avloysari er nú settur til at røkja starvið fyribils inntil ein varandi loysn er funnin.

Til nr. 2
Almannaverkið hevur upplýst, at trupult er at finna skikkað starvsfólk bráðfeingis tá okkurt óvæntað hendir, sum tá starvsfólk brádliga verða sjúkraskrivaðið. Fleiri tilboð hjá Almannaverkinum eru smá og tí sera viðbrekin, tá starvsfólk verða sjúkraskrivað bráðfeingis.

Eitt yvirskipað trot á starvsfólki innan tann almenna geiran ger eisini, at tøk starvsfólk ikki eru í øllum skipanum, og tí er trupult at fyribyrgja slíkum støðum heilt.

Møguligt er tó at fyribyrgja líknandi støðum í ein vissan mun við at leggja ætlanir og arbeiði til rættis í góðari tíð í mun til møguligar broytingar í starvsfólkahópinum og umstøðunum, eins og miðjað skal verða eftir, at broytingar í ymiskum skipanum verða fráboðaðar foreldrum í góðari tíð.

Almannaverkið upplýsir, at ein avloysari nú er settur til at røkja starvið fyribils inntil ein varandi loysn er funnin.

Til nr. 3
Orsøkin til støðuna í hesum ítøkiliga málinum var bráðfeingis starvsfólkatrot og sjúkraskrivingar í Trivnaðareind 3 hjá Almannaverkinum, og ikki samstarvstrupulleikar millum ymisku myndugleikarnir innan barnaverndarøkið.

Málið snúði seg um eitt tilboð á einum stovni í Trivnaðareind 3 hjá Almannaverkinum, sum veitir fyriskipanir til borgarar við serligum tørvi. Orsøkin til støðuna í Trivnaðareind 3 í mun til starvsfólkatrot og bráðfeingis sjúkraskrivingar var ikki samanhangandi við barnaverndarøkið og Trivnaðareind 10 í Almannaverkinum, ið tekur ímóti børnum og ungum, ið eru umsorganaryvirtikin sambært barnaverndarlógini. Talan er um ymiskar stovnar hjá Almannaverkinum, ið røkja ymiskar uppgávur.

Orsøkin til óhepnu støðuna var starvsfólkatrot. Hetta er ein trupulleiki, sum stendur við og versnar innan allar vælferðartænastur komandi nógvu árini, um onki verður gjørt fyri at bøta um støðuna. Í álitinum “Í góðum hondum”, sum var handað landsstýrinum í vár, varð m.a. mælt til at byggja fleiri og størri stovnar til fólk við serligum tørvi. Hetta fyri at kunna skipa tænastuna meiri skynsamt og gagnnýta verandi starvsfólkaorku betri. Landsstýrismaðurin er, saman við avvarðandi pørtum, farin undir at fyrireika eina slíka tilgongd.

Tórshavn, 9. juni 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo