At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fordómar, fordómar, fordómar.

Eg hoyrdi/sá av góðum grundum ikki tíðindafundin í dag, 29/5. Men eg síggi, at tú á in.fo verður endurgivin fyri at siga, at tað er munur á einum leguhúsi og einum festivali (yvirskrift).

Ja, tað skuldi tað gjarna verið.

MEN – eitt gamalt orð sigur, at tað er munur á lorti og pannukøku.

Er tað nú uppgávan hjá einum mentamálaráðharra – gjøgnum sínar fordómar – at avgera, hvat er lortur og hvat er pannukøka?

Gjøgnum mítt arbeiði havi eg nógv – heilt nógv at gera við ung fólk. Eg kann ikki við mín besta vilja siga annað enn at eg havi sera stórt álit á teimum.

Um heilt fá ár verða tað tey, sum reka og stýra hesum landinum. Tað er ongin trupulleiki í mínum eygum.

Hesi ungu fólkini hava hesa síðstu tíðina víst fyrimyndarligt hógv og disiplin. Tey hava ikki havt tað stuttligt. Øll sosial samvera er tikin frá teimum. Eitt heilt vár er tikið frá teimum.

Eg veit ikki, hvussu tú hevur fingið at vita, at ung fólk á eini ”legu” eru øðrvísi enn ung fólk á einum festivali.

Kanska av egnum royndum?

At brotin skør eru ímillum, kann væl ongin siga uppá forhond. Hvørki á legu ella festivali, Jenis!

Eg havi ikki verið á nøkrum av hesum festivalunum, heldur ikki á nøkrum av hesum legunum. Havi tó hoyrt sum slatur, at fleiri eru full á festivalunum. Havi eisini hoyrt, at fleiri eru edrú.

Harumframt verður tú endurgivin fyri at siga, at tað er hvør sín aktivitetur, sum er í einum leguhúsi og á einum festivali.

Jenis, tað er væl her, at tú følir teg noyddan at skilja millum pannukøku og lort.

Tað hevði verið spennandi at hoyrt, akkurát hvat tað er, tú meinar.

Ringt at kontrollera, sigur tú um aktivitetin á festivali???

Kanska okkurt illavorðið gongur fyri seg á onkrum festivali. Ringt at kontrollera. Ja.

Kanst tú fortelja mær, hvussu tú ætlar at konrollera og garantera, at onki illavorðið gongur fyri seg á hesum legum?

Jenis! Søgur ganga eisini um illavorðin ting á hesum legum. Hóttanir móti ungum fólki um ævigt helviti og bál og brand. Kanska eisini okkurt sum er nógv meira ólíkligt og ódámligt.

Fordómar kunnu vera so nógv. Fordómar so sum at ”høvuðsaktiviteturin er um náttina, og har kann bæði rúsdrekka og rúsevni vera innblandað.”

Ja Jenis, ringt at kontrollera.

Fordómar eru eisini um at sera illavorðin ting ganga fyri seg á ”legunum”. Eg fái meg illa at trúgva tí, men ringt at kontrollera Jenis?? Ja!

Vísir tú ikku okkara unga fólki álit, og býtur tey sundur í góð og ring, hvat væntar tú so at fáa frá teimum?

Hoyvík,
29/5 2020,
Jan Bendtsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo