Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á tíðindafundinum, sum løgmaður hevði saman við fútanum og landslæknanum hósmorgunin, vóru teir tráspurdir um, hvør eigur ábygdina um dansi- og skeinkistøð ikki halda almennu tilmælini um frástøðu og afturlatingartíð. Løgmaður legði ábygdina á eigarin av dansistaðnum, at hesir mugu taka ábyrginda á seg, um smittan kemur í umferð í náttarlívinum.

So hvørt sum samfelagið letur meira upp, síggja vit, at trýstið á dagstovnarnar økist. Í vikuni segði stjórin í Kommunufelagnum, Eyðun Christiansen, at frá komandi viku vænta tey, at 90% av børnunum møta á stovnunum. Tað er, undir verandi umstøðum, ómøguligt at halda tilmælini til dagstovnar.

Mánadagin 11. mai valdu flestu kommunurnar at lata dagstovnarnir meira upp. Hetta, hóast eingi nýggj tilmælu vóru komin frá Corona-ráðgevingini, um ein leist at gera hetta eftir. Hvussu kann hetta lata seg gera? Kenna kommununar onga ábyrgd fyri starvsfólki, børnum og foreldrum?

Hvør eigur ábyrgdina, um tað gongur galið og smittan kemur inn á dagstovnaøkið?

Tað er greitt, at ikki ber til at halda vegleiðingarnar til dagstovnaøkið, um ikki eyka starvsfólk verður sett á normeringina til børnini, umframt til reingerð.

Eitt dømi kann verða nevnt: Um 40 børn eru á einum stovni, og øll 40 børnini skulu vaska hendurnar 10 ferðir um dagin í ein minutt, tekur hetta umleið tríggjar tímar tilsamans.

Vit hava dømir um stovnar har tað verður álagt námsfrøðiligum starvsfólki at gera reint á vesum og í uppihaldsrúmum, umframt, at allar leikur skulu vaskast hvønn dag. Á hvussu nógvum øðrum arbeiðsplássum í samfelagnum verður hetta álagt einum fakbólki?

Boðini eru konkret: Tilmælini skulu haldast, men tað skal ikki kosta meira. Tí verður tíðin, ið starvsfólkini eiga at brúka saman við børnunum, til námsfrøðiligt virksemi, tikin frá barninum.

Vit spyrja tí: Hvør hevur ábyrgdina, um tilmælini ikki verða fylgd? Hvør tekur ábygd av at skipa so fyri, at tað ber til at halda tilmælini? Er tað borgarstjórin, leiðarin, starvsfólkið, foreldrini, Coronaráðið, ella Føroya løgmaður og landsstýrið?

►Neyðugt er við hægri normering, um tilmælini skulu fylgjast, nú fleiri børn koma á dagstovnarnar.

► Stovnarnir mugu fáa fíggjarligt ískoyti til reingerð, skal tað ikki ganga út yvir normeringina til børn og borgarar.

Føroya Pedagofelag skal undirstrika, at hetta er lítið virðiligt fyri øll, ið liva og virka við til, at dagstovnaøkið koyrir væl.

Hetta skapar óneyðugt høvuðbrýggj fyri alt dagstovnavirksemið sum tað er.

FØROYA PEDAGOGFELAG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo