Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svenski umboðsmaðurin finst at svenska ákærumyndugleikanum sum í fjør boðaði frá at sonevndi «Skandiamaðurin», Stig Engström, helst drap svenska forsætismálaráðharran Olof Palme í 1986.

Engström doyði fyri 21 árum síðani, og umboðsmaðurin heldur ákærumyndugleikin átti at gjørt meira fyri at røkt áhugamál hansara.

Ákærumyndugleikin undirstrikaði, at prógvini móti Engström høvdu ikki hildið í rættinum, vísur umboðsmaðurin, Per Lennerbrant, á.

Kortini so var á tíðindafundinum í fjør skapt ein fatan av at Engström var tann seki. Hetta var eitt brot á rættin at vera mettur ósekur til tað øvuta er prógvað, heldur Lennerbrant sambært NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo