Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

MYNDIRNAR VERÐA STØRRI UM TÚ TRÝSTIR Á TÆR

MYNDIRNAR VERÐA STØRRI UM TÚ TRÝSTIR Á TÆR

- Nú mangla bara 282 harur, so er metið frá 2014 tikið, sigur Eyðfinn Magnussen, sum roknar við, at helst varð nýtt met sett í fjør, tí fleiri hagar mangla enn at skráseta sínar túrar.

Higartil eru skrásettar beint omanfyri 9.000 veiddar harur.

Eyðfinn Magnussen sigur, at í 2014 vóru 9.318 harur veiddar á 1.123 túrum. Og tað er higartil tað mesta, síðani hann fór undir sínar skrásetingar í 2012.

- Metið frá 2014 kann saktans vera tikið, tí enn mangla fleiri hagar at skráseta tølini. Serliga eru tað hagarnir sunnanfyri, í Sandoynni og Suðuroynni, sum mangla, men eisini hagar norðanfyri mangla at skráseta.

Á kortinum niðanfyri sæst hvussu nógv er skrásett í hvørjum einstøkum haga fram til 16. januar 2021. Niðara talið, í parantes, er talið av skrásettum túrum.

Fyri teir "REYÐU hagarnar" er enn einki skrásett.

Í teimum GULU, hava teir ikki skotið í 2020.

Í teimum LJÓSARU GRØNU, hava teir skotið, men úrslitið er ikki alment.

- Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2020. Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”, við brúkaranavninum hs og loyniorðinum login, sigur Eyðfinn Magnussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo