Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um siglingina hjá Hasfjord

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv hevði tað kostað afturat verandi kostnaði, um Hasfjord skuldi siglt hvønn dag í árinum um Skopunarfjørð á sama hátt sum Hasfjord sigldi í summar tað tíðarskeiðið, tá Ternan avloysti Teistan?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at Hasfjord siglir eftir lýstu ferðaætlanini?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tunga ferðslan frameftir í størri mun verður leidd yvir á Hasfjord?

Svar til fyrispurning nr.1
Um Hasfjord skal sigla við somu ferðaætlan, sum skipið sigldi við í sambandi við dokkingina hjá Teistanum í juni 2021, kostar tað áleið 3,5 mió. kr. meira í árligum rakstri, sum játtan ikki er til.

Bert ein manning er knýtt at Hasfjord og um ferðaætlanin skal víðkast, skal manningartalið økjast. Harumframt eru aðrar útreiðslur.

Í juni sigldi Hasfjord sum kunnugt allar dagar í vikuni, fyri at varðveita á leið sama tænastustøði og kapasitet á farleiðini, tí Ternan tekur bert umleið helvtina av akførum í mun til Teistan.

Svar til fyrispurning nr. 2 og 3
Hasfjord var keyptur til at føra stór akfør og tungan farm til og frá Sandoynni. Tað gagnar vinnulívinum á oynni. Endamálið var eisini at gera tað høgligari hjá ferðafólki at sigla, tí betri pláss skuldi verða umborð á Teistanum, og ferðsla kundi skipast betri.

Eftir ferðaætlanini siglir Hasfjord 20 túrar (tur/retur) um vikuna. Siglt verður týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag.

Vinnulívið í Sandoynni, veitarar og onnur hava møguleika at bíleggja sær pláss til farmaflutning við Hasfjord. Ferðaætlanin verður vanliga hildin, uttan í heilt fáum førum tá eingin hevur bílagt sær pláss. Orsøkin er serliga at stór akfør mangan fara við Teistanum heldur enn Hasfjord

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Strandferðsuna, um at Hasfjord skal sigla sambært ferðaætlanini, og at aktørar skulu bíleggja sær pláss við Hasfjord, til at sigla stór akfør og tungan farm um Skopunarfjørð.

Tá Hasfjord ikki hevur meira pláss (er fullur), og tær tíðir Hasfjord ikki siglur, kunnu stór akfør fara við Teistanum.

Tinganes, 22. septembur 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo