Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Vørn hevur í dag heiðrað 11 av okkara starvsfólkum fyri drúgva og trúgva tænastu. Starvsaldurin er frá góð 25 ár til meira enn 43 ár hjá tí, sum hevur verið longst.

Tað at ein stovnur kann hava starvsfólk, sum hava verið leingi í starvi, hevur ómetaliga stóran týdning. Reglur og mannagongdir kunnu skrivast, men vitanin hjá starvsfólki, sum hava verið leingi á sama posti, er gull verd.

Vørn er ein samanrenning av Vaktar- og Bjargingartænastan frá 1976,  MRCC Tórshavn frá 2002 og Tórshavn Radio, sum er elligamalt . Ábyrgdina fyri raksturinum fyri Tórshavn Radio hevur ligið hjá Store Nordiske, Post og Telegrafvæsenet, Tele Danmark og Føroya Tele. Í 2004 bleiv Tórshavn Radio lagt saman við MRCC Tórshavn.

Hettar er tí ein stovnur, sum til tíðir hevur peikifingurin á lofti, tá fiskifør ella einstaklingar ikki halda galdandi reglur á fiskivinnuøkinum, men stovnurin hevur eisini til uppgávu at hjálpa og at bjarga tá illa vil til.

Gjøgnum hesi mongu ár er nógv gott at minnast afturá, men tíverri eru eisini  nógvar hendingar, sum hava sett síni spor í minni hjá tí einstaka. Tað hava tíverri verið nógvar vannlukkur, har tit hava havt tykkara stóra leiklut í leiting og bjarging. Hettar er galdandi fyri allar partar í stovninum, sum so ella so verða ávirkaði, tá vannlukkur henda.

Hetta hevur tó ikki fingið tykkum at velja hetta arbeiðið frá, men tvørturímóti hava tit víst á betringar, sum kunnu verða til stóra hjálp, tá á stendur.

Vit á Vørn eru sera takksom fyri tykkara stóra innsats hesi mongu ár. Hetta fara vit at takka tykkum hjartaliga fyri, og ynskja tykkum eitt stórt tillukku við degnum.

Starvsfólkini, sum vórðu heiðrað eru:

Fyri tænastu yvir 25 ár:
Jóhan Simonsen
Bárður Jensen
Jákup Jacobsen

Fyri tænastu yvir 30 ár:
Julian M. Juul
Jarmund Berthelsen
Hilmar Johannesen

Fyri tænastu yvir 40 ár:
Poul Jakki Vitalis
Keisten Poulsen
Jens Midjord
Ellintur Abrahamsen
Elmar Højgaard

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo