Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin 30. oktober kl.15.00 verður almenn móttøka í býráðssalinum í Klaksvík fyri Boga á Steig, fráfarandi leiðara á Barnatannrøktini og Camillu Tardini, sum tekur við starvinum eftir Boga.

Bogi á Steig hevur verið leiðari á Barnatannrøktini seinastu 40 árini. Hesi árini hevur barnatannrøktin ment seg bæði í bygnaði og góðsku, og tennirnar hjá klaksvíksbørnum eru sum heild blivnar reinari og sterkari takkað verið stóra arbeiðnum, sum hvønn dag verður gjørt á Barnatannrøktini. Bogi hevur soleiðis slóðað fyri, at kommunala barnatannrøktin er so góð, sum hon er í dag. Bogi fer nú úr starvinum við eftirløn, og mánadagin byrjar Camilla Tardini í leiðarastarvinum á Barnatannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu.

Camilla Tardini er 43 ára gomul og av Sælandi í Danmark. Hon hevur drúgvar royndir sum tannlækni í Danmark og úti í heimi. Eitt nú hevur hon bæði arbeitt sum kommunalur tannlæknaleiðari og sum privatur klinikeigari í Danmark. Hesar royndirnar gera hana sera væl skikkaða til starvið sum leiðari á Barnatannrøktini, har hon altso byrjar mánamorgunin 2. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo