At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Oda W. Andreasen, Havn, Guðrun Eilersdóttir, Hvalvík, og Ditte Mathilda Joensen, Vestmanna, fara í stuttum at siga frá sínum virksemi í ferðavinnuni

Oda W. Andreasen, Havn, Guðrun Eilersdóttir, Hvalvík, og Ditte Mathilda Joensen, Vestmanna, fara í stuttum at siga frá sínum virksemi í ferðavinnuni

Oda W. Andreasen, Havn, Guðrun Eilersdóttir, Hvalvík, og Ditte Mathilda Joensen, Vestmanna, fara í stuttum at siga frá sínum virksemi í ferðavinnuni

Á samkomuni í Evensens Pakkhúsi fara tríggjar kvinnur at leggja fram um teirra leið inn í ferðavinnuna, og hvussu tað gongur. Hvør í sínum lagi hava tær nýliga stovnað fyritøkur og nýggj tilboð til ferðafólk kring landið. Hesar kvinnur eru dømi um tað spírandi virksemi, sum er farið at vaksa saman við økta áhuganum fyri Føroyum sum ferðamáli.

Innanlands ferðavinnan í Føroyum stendur í stórum vøkstri. Fyri nøkrum árum síðani vóru fáir ferðaleiðaratúrar og skipaðar upplivingar til ferðafólk, ið koma til Føroya. Nú ber til hjá ferðafólkum at velja oman fyri 100 ymisk tilboð.   

Nýggir gistingarmøguleikar eru komnir, og fleiri gistingarhús eru ávegis. Eisini upplivingarnar til ferðafólk gerast fleiri í tali við nógvum spennandi at gera á flest øllum oyggjum í landinum. Veitararnir bjóða ferðafólkum fjølbroytt tilboð í náttúruni umframt eitt nú mentanarkvøld og matupplivingar.

Tórshavnar kommuna vil fegin styrkja støðuna hjá ferðavinnuni og serliga menna vinnuferðavinnu í Føroyum. Gestarøðari í Evensens Pakkhúsi fríggjadagin verður borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen.

Allar hesar oman fyri 100 upplivingarnar eru at finna á savningarstaðnum fyri føroysk ferðavinnutilboð, Guide to Faroe Islands. Á síðuni www.guidetofaroeislands.fo/book-trips-holiday kunnu ferðafólk bóka upplivingar, túrar og onnur ferðavinnutilboð frá oman fyri 30 ymiskum føroyskum veitarum. 

Og tað er hetta, ið ferðavinnuveitarar fara at hátíðarhalda á samkomu fríggjadagin 25. januar kl.15. í Evensens Pakkhúsi á Tinganesi. Veitarar og fólk í vinnuni hittast og hita samstundis upp til eitt spennandi ár í føroysku ferðavinnuni.  

Guide to Faroe Islands hevur sum endamál at leggja lunnar undir eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu í Føroyum og leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið, soleiðis at veitarar í øllum krókum í landinum fáa inntøkur og ágóðan av ferðafólkunum. Hugsjónin er tann, at fleiri í framtíðini kunnu bjóða ferðafólkum veitingar og kunnu liva av hesum.  

Guide to Faroe Islands vil í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi føroyska ferðavinnu arbeiða tætt saman við myndugleikum og áhugabólkum og laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra tørvi og treytum. Vinnuframi hevur veitt fíggjarligan styrk til at menna Guide to Faroe Islands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo