At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Ditte M. Joensen

Mynd: Ditte M. Joensen

Mynd: Ditte M. Joensen

Komandi leygarkvøld bjóða Sirkus og ølbarrin Bjórkovin, ið Sirkus hevur á niðastu hæddini, saman við íslendska samstarvsfelaganum Borg Brugghús til Þorrablót veitslu í Vágsbotni.

Hetta er ein ókeypis veitsla, har tey fara at borðreiða smakkiroyndir av nýggjum útgávum av víðagitnu Borg-stoutini 'Surtur’, sum hvørt ár verður framleidd á fleiri ymsar hættir. Harumframt verður bjóðaður íslendskur og føroyskur tjóðarmatur, durasnapsur, føroysk sjokuláta og annað gott afturvið. 

Íslendsku og føroysku tjóðirnar smelta saman hetta kvøldið og hátíðarhalda hvønn annan á tamb.

Byrjað verður kl 20, og borðreitt verður ókeypis til tey fyrstu, ið koma, inntil kvotan er uppi.

Árni Theodór Long, ið er bryggjari hjá Borg, presenterar ymsu Surtarnar.

Þorrablót er ein íslendsk vetrarhátíð, sum fer fram júst hesar dagarnar, har fólk um alt Ísland hevur veitslur við íslendskum tjóðarmati, lesur úr gomlum bókmentum, drekkur íslendskt brennivín – og seinastu árini eisini íslendsku stout'ina Surtur, ið Borg Brugghús framleiðir hvørt ár upp undir hátíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo