Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í gjár hátíðarhildu starvsfólkini á Brandstøðini føðingardag og fýra starvsdagar á Brandstøðini. Heðin Mortensen, borgarstjóri, hugleiddi eitt sindur um byrjanina til ”brandverk” í Havnini.

- Hetta fær meg at hugsa um, at í søguni um kongaliga fyriskipan um brandverk í Tórshavnar býi og Frederiksvåg frá 1874 sæst, at tá fyrsta sproytan kom, vórðu settir nakrir menn at passa hana – millum annað ein sproytumeistari, ein strálumeistari og ein hjálparmaður.

- Nógv er broytt síðan amtmaðurin svaraði donskum myndugleikum, at havnarfólk vóru so fátøk, at tey vóru ikki før fyri at gjalda fyri eina eldstrygging. Tíbetur varð útgerðin hjá Kongaliga Einahandlinum latin býnum, so vit fingu grundarlag at skipa fyrsta sløkkiliðið.

- Í dag haldi eg, at eg við vissu kann siga, at vit eru errin av okkara sløkkiliði. Vit hava stóra virðing fyri tykkum, sum hvønn dag eru fús at seta bæði heilsu og lív í vága fyri at verja okkum øll og gera okkara umhvørvi tryggari. Og hóast ongin eldibrandur er, so kann býurin als ikki liva uttan tykkara fjølbroyttu tænastur á so mongum øðrum økjum.

- Eg havi tí eisini eina kenslu av, at bæði umsiting og politikkarar í Tórshavnar kommunu hava ein serligan tokka til Brandstøðina. Vit eru góð við tykkum og vilja, at tit skulu hava best hugsandi umstøður.

- Eg skal tí vegna Tórshavnar kommunu byrja við at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við føðingardegnum, segði borgarstjórin, sum síðan fór at tosa um teir fýra, sum høvdu starvsdag.

Tony R. Dam
- Tony, tú fært árstekin fyri 20 ára trúgva tænastu. Vit kenna teg sum timburmann við egnari fyritøku, mong kenna teg sum persónligan venjara. Hermaður hevur tú eisini verið – og fyri at fara heilt yvir í hina grøvina, so ert tú eisini traðarmaður.

- Onkur helt, at sum fitnessinstruktør, so ansaði tú væl eftir, at seyðurin ikki bleiv ov feitur, men heldur hevði nógvar musklar. 

- Vit kenna teg annars sum sterkan mann. Tú vart á sersjantskúla í Danmark og í Jægerkorpset, hevur svarta beltið í karate – vit kenna teg eisini fyri mongu gull- og silvurheiðurslønirnar í EM og HM-kappingum.

- Og so ert tú kostráðgevi eisini – nakað, sum tínir starvsfelagar her á støðini vónandi kunnu njóta væl av! 

- Eg fari at ynskja tær hjartaliga tillukku við 20 ára starvsdegnum.

---

Ólavur Rasmussen
- Ólavur, tú byrjaði í 1. juli 1987, men tú hevur verið burtur í nøkur ár, og er komin aftur, so nú verður tú heiðraður fyri 20 ára gott arbeiði.

- Vit kenna teg sum elektrikara og maskinist. Tú hevði eisini siglt, áðrenn tú byrjaði niðri á gomlu støðini í føstum starvi frá 1987 til 1997, og teir siga mær, at tú hevði ta fyrstu náttavaktina her á støðini í desember 1994.

- So rýmdi tú til Føroya Tele at arbeiða - og tú arbeiðir har enn, men kom aftur sum leysur brandmaður í 2010.

- Vit kenna seg sum ídnan sluppvin og fastan maskinmann umborð á Westward Ho, har tú hevur manga góða løtuna. Og har sum menn hittast til hugna, har er tað oftast tú, sum stendur fyri undirhaldinum.

- Annars ert tú við í einum mannfólkabólki, har menn ganga túrar og njóta náttúruna. Eg havi hoyrt, at tit oftast royna at finna innivist so avsíðis sum gjørligt, tí so fáa tit frið at loysa allar heimsins trupulleikar. Og tá livir tú mitt í verðini.

- Eg fari eisini at ynskja tær hjartaliga tillukku við 20 ára starvsdegnum.

---

Petur Mohr Sigurstein
- Petur – tú hevur verið í 25 ár. Tú ert bilmekanikari. Tú hevur tað ikki frá ongum at hava hug til at arbeiða á brandstøðini – tí pápi tín var brandmaður í mong ár.

- Tú ert er altíð til reiðar, tá heitt verður á teg um eitthvørt, eisini ert tú raskur at hjálpa systrunum, á einhvønn hátt, serliga við børnunum.

- Seinastu árini hava tú og ein starvsfelagi fingið tykkum dunnur, so jóladøgverðin er tryggjaður. Og so plagar tú eisini at vera á floti, so innløgumaður ert tú.

- Um tað eru dunnurnar ella eggini, kanska tann ímillum menn kendi eggjavirkingurin, sum eru áhugaverd í hesum høpinum, er óvist, men starvsfelagarnir siga, at tú hevur verið raskur at ferðast til Danmarkar - minst tvær ferðir um árið -  seinastu árini. 

- Tú byrjaði sum brandmaður 1. oktober í 1996, og tú fær fortjenstmedalju frá hennara hátign, Margrethu Drottning, fyri trúgva tænastu í 25 ár.

- Hjartaliga tillukku við teimum 25 árunum og alt tað besta frameftir.

---

Heini Østerø
- Og so er tað Heini, sløkkiliðsstjórin. Brandmeistarin. Tú fært fortjenstmedalju frá hennara hátign fyri trúgva tænastu í 25 ár.

- Tú vart útbúgvin sum lastbilmekanikari, tá tú byrjaði fyri júst 25 árum síðani. Í 2003  fórt tú á liðleiðaraskeið og so á átaksleiðaraskeið, eisini fekst tú útbúgving sum fyrstuhjálparinstruktør.

- Og fyri einum fimm árum síðan vart tú á skeiði í brunatekniskari byggisaksviðgerð. So vit kunnu ikki siga annað enn, at tú ert væl ílatin til starvið.

- Tú ert kendur fyri at vera raskur at skipa fyri, tá størri átøk eru á skrá, tað liggur væl fyri hjá tær og tú hevur sera gott yvirblikk. Fyri trimum árum síðan bleivst tú sløkkiliðsstjóri, síðan hevur tú gjørt fleiri broytingar millum annað á vaktstovuni, í útkallskipanini og øðrum.

- Tú hevur eisini tikið tær nógv av at skipa fyri venjingum og gjørt tilbúgvingarætlanir, serliga fyri teir føroysku tunnlarnar fyri Landsverk. Tá stórar venjingar eru, t.d. saman við MRCC o.ø. tá livir tú mitt í verðini.      

- Skulu vit tosa um frítíðina, so mugu vit staðfesta, at er mann einaferð skóti, so er mann altíð skóti. Tú hevur verið skóti frá ungum av, tú eigur bát, gongur á fjall og flettir, nú heystfjøllini verða gingin. Eisini hava vit sæð teg - kanska serliga um kongalig vitjan er á skrá - velt sandeplir í Tjørnuvík. 

- Heini – eg fari at ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum. Bestu eydnu til tín og allar tínar starvsfelagar her á støðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo