Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tað man ikki vera á hvørjum degi at ein bensinstøð í Føroyum kann gleðast yvir at heili tvey starvsfólk hava 30 ára starvsdag. Men tað fara tey at gera í Vestmanna í morgin, nú Sirið í Dávastovu (myndin omanfyri) og Katrin Andreasen (myndin niðanfyri) hava verið krambakvinnur á Magnstøðini, ella Shellstøðini sum tað tá æt, í heili 30 ár.

Tað man ikki vera at taka munnin ov fullan at siga, at tær báðar seinastu nógvu árini hava verið sjálv ímyndin av Magnstøðini, og Hanna Fonsdal, sum í dag rekur støðina, heldur, at tey hava verið sera heppin.

- Hetta er ikki nøkur stór fyritøka, so vit hava verið sera heppin at hava havt tær her hjá okkum í so nógv ár. Tær eru fyrimyndarliga blíðar og fyrikomandi, og hóast tú kanska hugsar, at tað er ikki so trupult at vera avgreiðslufólk á eini bensinstøð, so skal tað avgjørt ikki undirmetast. Tí broytingin hevur verið sera stór hesi árini, sigur Hanna, og nevnir alt frá upplatingartíðum, sum eru nógv longdar, kassaskipanum og hvussu vørurnar verða prísaðar og ikki minst tað sum verður selt, nú matur eisini er vorðin ein partur av tí sum fer yvir diskin.

- Fólk spyrja ofta, um tað ikki er minni at gera nú, síðani Vágatunnilin lat upp, men tað er heldur tvørturímóti, heldur Hanna fyri. Hon vónar, at Katrin og Sirið fara at halda fram at starvast á Magnstøðini í nógv ár afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo