Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: Hav Alda skal sigla við fóðri millum Føroyar og Skotland.

-Skipið er keypt til at sigla við alifóðri millium Føroyar og Skotland. Síðstu vikurnar hevur tað verið í Pólandi, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, so sum sandblásing og máling. Harafturat eru ymiskar dagførðingar gjørdar, so tað vónandi verður væl egnað til siglingina.

Tað sigur Álvur Højgaard, reiðari á Navigare, sum eigur skipið.

-Skipið er frá 2000 og er í sera góðum standi. Vit hava sett nærum nýggja maskinu á dekkið og sett síðuskrúvu í aftan, so tað skuldi verði lætt at manerera, eisini tá leggjast skal til aliflakar, sigur hann.

-Skipið er 82,5 metrar langt, 12,4 metrar breitt og lastar góð 2500 tons. Motorurin er 2500 hestar MAK. Ferðin var góðar 12 sjómíl um tíman til Føroyar og tað er góð ferð, sigur Álvur Højgaard.

Nú skulu ymiskt smáting fáast í rætt lag, áðrenn Hav Alda fer til Fuglafjarðar at lasta alifóður til Skotlands.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo