Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Tað stendur í kunngerðini, hvørjar fortreytir skulu til, fyri at skúlar kunnu seta á stovn móttøkuflokk, men eg kundi hugsað mær nógv meiri kunning og upplýsingar og kanska neyvari vegleiðing og ráðgeving um, hvussu vit kunnu gera. Hetta kann samanberast við, at tú keypir eina hill og fært amboðið við, men onga vegleiðing um, hvussu tú setir hillina saman. Er eingin vegleiðing, so er vandi fyri, at ongin skúli hættar sær undir at stovna móttøkuflokk. Høli hava vit her í skúlanum, men fáa vit tímarnar, sum skulu til? Stór óvissa er um nógv viðurskifti, sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, sum hevur nógvar tilflytaranæmingar.

Fólkaskúlarnir søkja Undirvísingarstýrið eftir tímum til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hóast talið á næmingum, sum hetta skúlaárið tørvar miðvísa undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Fuglafjarðar skúla er hægri enn í fjør, so fekk skúlin færri tímar til endamálið samanborið við í fjør.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo