Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So turrgelt sum KVF var í gjár, skuldi man trúð, at mikrofon-manningin hevði ironi.

Annars plaga teir at vera øgiliga keðiligir.

Men hóast stórar korruptiónsskandalur við einum embætisfólki í sjálvari Uttastovu og einum snultandi diplomatpari, sum beinleiðis skulkar frá arbeiði,  hóast tey eru ser-prikað í úrtíð fyri at sleppa skundisliga til London, so tosa journalistar um heilt onnur inferiør mál og flýggja frá øllum relevansi.

Henda London-ferð hjá parinum hastaði so nógv, at tey máttu trumla og troka onnur treingjandi niður fyri, at tey kundu special-sprænast.

Men varparar loypa tað freka parið heilt um!

Teir greiddu heldur dúgliga frá, hvussu grágæs hava tað, um ein persón, sum var dottin úr einum vertshúsvindeyga, um at Norrøna var afturkomin og um grundstykkjasølur í Eysturoynni.

Næstan bara petit-journalistikkur.

Men ikki eitt orð um teir friðaðu luksus-bumsar, skammleysu hyklarar og amoralsku charlatanar, sum korrumpera landsins umsiting við at simulera eina absurda uppgávu við sonevndum FJAR-diplomati í London úr Havn.

Slíkt má vera surrealistiskt sunnudagsskemt úr Sortudíki!

Ræðast teir so illa tjóðveldið, at teir noyðast at friða Corona-parið?

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo