Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Steinrunnar leivdir av 9 neandertalum eru komnar undan kavi í einum helli miðskeiðis í Italia. Talan er um eina fornfrøðiliga stórhending, sigur italska mentamálaráðið.

Av teimum 9 eru 8 ímillum 50.000 og 68.000 ár og tann elsti ímillum 90.000 og 100.000 ár, verður sagt.

Hetta er ikki fyrstuferð at fundir av hesum slagnum verða gjørdir har á leiðini. Hellið eitur Guattari og liggur í San Felice Circeo, út ímóti sjónum ímillum Rom og Napoli.

Fundurin er eisini við til at prógva, at neandertalarnir livdu saman við modernaða menniskjanum, og bæði sløgini fingu eisini avkom saman.

Sagt verður, at av samlaða arvamassanum hjá okkum menniskjum í dag, eru nøkur fá prosent neandertal dna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo