Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein partur av einum líki er funnin í eini brennistøð í grønlendsku bygdini Illulissat, sum liggur á vestursíðuni, nakrar 100 kilometrar norðanfyri høvuðsstaðin Nuuk.

Ein arbeiðsmaður sá likamslutin, men helt fyrst, at talan var um eina framvísingardukku. Tá hann uppdagaði, at talan var um veruligt fólk ringdi hann til politiið.

Av tí at ongin har á leiðini er saknaður, er málið ikki heilt einfalt, og politiið hevur biðið um hjálp frá almenninginum, eins og úr Nuuk og frá ríkisløgregluni í Danmark, skriva lokalir miðlar.

Politiið vil ikki siga, hvønn likamslut talan er um, ei heldur um talan er um mann ella kvinnu, men váttar, at talan er ikki um eitt barn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo