Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

”Hava vit ráð at gera allar hesar tunlarnar og hava vit ráð at brúka tunlarnar?” Soleiðis verður spurt í hesum døgum.

Leiðslan fyri Eysturoyartunnilin hevur júst lýst við, hvussu nógv tað kemur at kosta at brúka fasta sambandið millum Skálafjørðin og Suðurstreym.

75 kr. hvønn veg við persónbili er prísurin.

Samstundis hevur tunnilsfelagið gjørt eitt lýsingarátak, sum greiðir bileigarum frá, hvat tað kostar at brúka egnan bil.

Prísurin sveiggjar nakað, við tað at tyngru og dýraru bilarnir kosta meira per km í rakstri.

Men sambært lýsingarátakinum er prísurin á brennievni, dekksliti og øðrum sliti, fyri ein vanliga bil, umleið 3 kr. per km.

Hetta reisir nakrar áhugaverdar spurningar viðvíkjandi møguligum føstum sambandi til Suðuroyar.

Tað verður ikki ókeypis at koyra millum Suðurstreym og Suðuroynna.

Eitt er bummgjaldið, men hartil kemur brennievni, dekkslit v.m.

Skulu vit halda okkum til kostnaðin hjá tunnilsfelagnum, so kemur ein biltúrur millum Tvøroyri og Havnina (ca 70 km) aftur og fram við persónbili at kosta í rakstri: 140 km x 3 kr  = 420 kr. 

Hartil kemur so bummgjaldið.

Verður hetta varliga sett til 200 kr, kostar havnatúrurin við persónbili 620 kr.

Í dag kostar túrurin aftur og fram við Smyrli ”einans” 225 kr.

Bilurin brúkar sum kunnugt hvørki brennievni, dekkslit ella annað slit undir sigling.

Er tað skil í útrokningunum hjá tunnilsfelagnum, so koma flutningsútreiðslurnar hjá suðringum at blíva meira enn tvífalt so høgar, um fasta sambandið gerst veruleiki.

Onkur sigur kanska, at bilarnir kunnu taka ferðafólk ”ókeypis”.

Í dag kostar túrurin Tórshavn-Drelnes t/r 80 kr. per ferðafólk.

Men hetta er so bara ein partur av veruleikanum.

Við føstum sambandi verða bussar settir inn.

Og tá verður flutningurin hjá ferðafólkum helst væl hægri enn 80 kr, sum er prísurin í dag.

Ein túrur hjá einum ferðafólki Klaksvík-Tórshavn aftur og fram við bláum bussi, kostar í dag 200 kr.

Suðringar kunnu ikki vænta at sleppa bíligari enn hetta, so her verður avgjørt talan um eina munandi hækking í ferðakostnaðinum, um ferðafólk ikki hava møguleikan at sleppa við onkrum bili ”ókeypis”.

Fyrimunirnir við føstum sambandi er fyrst og fremst, at tey ið eiga bil hava altíð møguleikan at brúka fasta sambandið.

Men flutningsútreiðslurnar við føstum sambandi verða stórar, hóast sæð verður butur frá bummgjaldinum.

Íløga í undirsjóvartunlar verður leysliga mett at kosta 130 mió per km.

Ein tunnil til Suðuroyar kemur helst at kosta umleið 3 milliardir kr.

Hartil kemur fíggjarkostnaður, um landið ikki ætlar at rinda tunnilin kontant, umframt aðrar avleiddar íløgur bæði á Sandoynni umframt í Sandvík og Hvalba.

Samlaða verkætlanin kemur helst at kosta umleið 4 milliardir kr.

Spurningurin er um landið hevur ráð til hetta og hvussu hetta kemur at ávirka t.d. Moodys kredittmeting av Føroyum.

Og kemur tunnilssambandið er tað eisini ein spurningur um nakar hevur ráð at brúka fasta sambandið.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo