Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sambært føroysku “fornfrøðideildini” bendir ymiskt á, at vit av órøttum hava mett, at velbastaðmenn vóru kúheidnir, áðrenn sambandsmaðurin og hópdrápsmaðurin Sigmundur Brestisson gav teimum valið millum at missa høvdið ella at gerast karráir katolikkar.

Fornfrøðingar eru altso nú komnir til somu niðurstøðu, sum føroyingar flestir, at vit vóru púra almindeliga kristin, áðrenn Sigmundur nakrantíð kom higar og forpestaði okkum tilveruna.

Tað hava vanlig fólk hildið so at siga altíð.

Keltiskur kristindómur var púra vanligur gerandiskristindómur um okkara leiðir, líka frá fjóðru øld.

Tað løgna er, at føroyska fólkakirkjan hevur yvirtikið Sigmund. Halda bæði føðingardag og 1000-ára hald fyri “kristnan” av Føroyum og seta standmyndir av honum í kirkjutúnini, og viðurkenna hann sum Føroya fyrsta kristna trúboðara.

Hetta hóast einasta endamál hansara var at leggja Føroyar undir norsku krúnuna, at brandskatta føroyingar og at hevna pápa sín.

Makan til slutur.

Onki av hesum kann prógvast.

Vit hava valt at trúgva hesum, hóast alt bendir á, at vit helst hava verið betur og meira kristin, áðrenn Sigmundur nakrantíð kom higar.

Onki bendir á, at velbastaðmenn ella aðrir føroyingar vóru heidnir undan Sigmundi.

Um tað er rætt, at føroyingar vóru irokeltiskir trúgvandi áðrenn Sigmundur kom, so standa standmyndirnar í kirkjutúnunum sum varðar yvir ein drápsmann, sum uttan nakað tolsemi ella næstakærleika drap og trælkaði friðarlig og trúgvandi fólk.

Søgan hareftir er katólsk propaganda.

Falsaða søguskrivingin byrjar longu í Føroyingasøgu, har øll ikki-katólsk verða kallað heidningar.

Eisini velbastaðmenn, sum nú altso próvfast vóru kristnir og ikki heidningar.

Rein fiktión.

Jólamaðurin hevur helst gjørt fleiri føroyingar trúgvandi enn Sigmundur.

Lat nú velbastaðfólk fáa frið.

Hóast tey onga kirkju hava, so eru tey ikki heidnari enn so, enn at tey kunnu ragga sær heim til Kirkjubøar at hoyra Guds orð.

Og har er so absalutt ongin sympati fyri einum sambandskum drápsmanni.

Ótrúliga løgið kortini, at hóast vit við trúbótini vendu okkum frá øllum rómversk-katólsku ræðuleikunum, so halda vit kortini fast um fiktiónina.

Men kanska tað fer at bragda, nú sjálvt serfrøðin staðfestir, tað vit onnur altíð hava vitað, at velbastaðmenn aldri hava verið heidningar.

Boris Johnson segði herfyri, at vit eiga ikki at fotosjoppa veruleikan, eiga ikki at ríva standmyndir yvir okkara mistøk niður.

Neyvan skoytir Mariukirkjan heldur um Sigmund.

Men føroysk søguskriving eigur at verða reviderað.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo