Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Hvat hendir tann dagin, tá fiskimenn fáa eina havfrúgv í trolið?

Á Tjóðpallinum eru tey farin undir venjingar av nýskrivaðum leiki eftir Jóanes Nielsen, sum millum annað setir henda spurningin.

“Vit byggja Føroyar á aldum. Vit reka á kenslunnar havi.” (Úr yrkingini "Hugo er deyður")

“Tað merkir m.a. at okkara fiskivinna og samfelagið sum byggir á vinnuna, er sera viðbrekið, og júst tað er kjarnin í leikinum HAVFRÚGVIN. Høvðuspersónurin Olivar gjørdist avlamin á trolaradekki, og gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.”

Soleiðis sigur Jóanes Nielsen um nýggja leikin HAVFRÚGVIN, sum hevur heimspremeru á Tjóðpallinum 17. september.

Hetta er triðja stórverkið eftir Jóanes Nielsen, ið verður nú verður pallsett. Í 2001 framførdi Gríma “Eitur nakað land weekend?”, ið seinni vann Norðurlendsku Dramatikaravirðislønina og í 2009 var leikurin “Aftaná Undrið” framførdur á Tjóðpallinum.

Vit kenna Jóanes sum ein slóðbrótandi rithøvunda, ið fevnir víða, bæði á bundnum og óbundnum máli, sum yrkjari og sum stuttsøgu- og skaldsøguhøvundi. Umframt ein ídnan viðmerkjara til samfelagskjakið. Eisini er nýggj føroysk skaldsøga á veg frá honum.

Skaldskapurin hjá Jóanesi er týddur til fleiri mál.

Jóanes hevur fingið Norðurlendska Dramatikarprísin, Mentunarvirðisløn Landsins, Mentunarvirðisløn M. A. Jacobsens og FMA fyri Ársins sangtekst. Eisini hevur hann verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fimm ferðir. Jóanes hevur eisini fleiri ferðir móttikið starvsløn fra Mentunargrunni Landsins.

Eitt spennandi toymi av føroyskum ungum listafólkum
Leikstjóri er Eyðun Johannessen og hann hevur verið eisini verið ráðgevi hjá Jóanesi í sambandi við leikritið. Afturat sær hevur hann hesaferð eitt heilt serstakt toymi av royndum, ungum og dugnaligum føroyskum listafólkum. Altjóða pallsniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Sámal hevur gjørt pallmyndir til operur, sjónleikir og konsertir kring heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir. Tónaskaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Filmsleikstjórin Heiðrik av Heygum, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og videoløg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri videoupptøkum. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósdesigni og Gunn Reginsdóttir Joensen er koreografur.

Leikarar eru: Annika Johannessen, Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Páll Danielsen umframt Høgni Olsen og Eyð Matras, sum fyrstu ferð eru at síggja á Tjóðpallinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo