Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Leygardagin 16. januar í 2016 eru liðin 100 ár, síðan menn stevndu saman til fundar í Avhaldinum í Havn at stovna nýtt arbeiðarafelag.

Arbeiðstíðin tá var frá klokkan seks á morgni til klokkan seks á kvøldi seks dagar um vikuna, og tímalønin var fjøruti oyru.

Jóan Petur Davidsen av Sandi, ið arbeiddi sum bakari í Havn, setti fyrsta fundin og legði fram uppskot til lóg fyri felagið, ið skuldi eita Havnar Arbeiðsmannafelag.

Í lógini stóð, at felagið hevði til endamáls at gera arbeiðsmenn førar fyri í semju og samanhaldi at kunna røkja síni felags áhugamál, m.a. í sambandi við arbeiðstíð og arbeiðsløn.

Fyrsti formaður í felagnum gjørdist Jóan Petur Davidsen, og fyrsti næstformaðurin var Kristin í Geil. Limagjaldið varð sett til 25 oyru.

Nýggja felagið setti beinanvegin arbeiðsgevarunum í býnum treytir um nýggjar arbeiðstíðir og arbeiðslønir, sum tað vildi hava arbeiðsgevararnar at ganga undir.

Teir 20 arbeiðsgevararnir fingu fimm dagar at svara, um teir gingu undir treytirnar, og gjørdu teir ikki tað, kundu teir vænta, at arbeiðssteðgur varð settur í verk.

Soleiðis byrjaði Havnar Arbeiðsmannafelag, og felagið hevur ikki helmað í síðan. Felagið hevur vunnið nógvar sigrar á leiðini og er í dag væl fyri.

Fleiri kendir menn hava gjørt vart við seg sum formenn í felagnum. M.a. kunnu nevnast Maurentius Viðstein, Jóhan Norðfoss, Martin Kúrberg og Carl Johansen. Í dag er Hans Joensen formaður.

Í miðbýnum í Havn hevur felagið latið byggja nýggja bygning, sum verður tikin í nýtslu í næstum, og á 100 ára degnum leygardagin verður veitsla fyri limum og innbodnum í høllini á Hálsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo