Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu á 100 ára degi Havnar Arbeiðsmannafelags leygarkvøldið.

- Neyvan er nakar býur í heiminum, ið sum Havnin í arbeiðarafjøldini hevur havt ein so góðan, trúfastan og álítandi slóðara og verja sum Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Ofta verður tikið til, at vit sum fólk hava sum uppgávu at byggja land. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur meira enn onnur sett sær fyri at byggja býin – at byggja ein sterkan høvuðsstað, ið tænir landinum.

- Tað er sannroynd, at felagið er óloysiliga knýtt at stórum parti av tí mikla framburði, sum vit saman hava skapt í býnum seinastu øldina.

- Fjøldin av limum tykkara arbeiða hjá størri og minni fyritøkum í Havn og hjá Tórshavnar kommunu.

- Og hyggja vit at søguni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, so er felagið gjøgnum tíðina óloysiliga knýtt at virksemininum á Tórshavnar havn, har eitt tað fyrsta stóra slagið hjá felagnum eisini stóð, longu tá brimgarðurin varð gjørdur fyrst í nítjanhundrað og tjúgunum.

---

- Í fakfeløgum, sum so mongum øðrum organisatiónum, er hugburðurin so ymiskur. Summi feløg larma nógv, og tykjast ógvuliga konservativ – tey berjast ofta ímóti broytingum, og harvið eisini ofta ímóti framstigum.

- Soleiðis hevur ikki verið við Havnar arbeiðsmannafelag, felagið hevur beint tvørturímóti verið framtakshugað, og hevur við átøkum roynt at vera við til at skapa framtíðina.

- Alt eydnast ikki, treyðugt so, men “hann ið ofta roynir, hann fiskar umsíðir”, ella sum kinesarar plaga at siga: tað er betri at kveikja lítið ljós, enn at grenja um myrkrið, og tað er soleiðis, vit kenna Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Fyri góðum ári síðani minti Havnar Arbeiðsmannafelag í eini yvirlýsing myndugleikar og havnarfólk á, at umleið 700 familjur vinna sína høvuðsinntøku á økinum hjá Tórshavnar havn.

- Felagið óttaðist, at hesi arbeiðspláss vóru í vanda, bæði sum orsøk av kapping frá øðrum havnum, men eisini tí at menningin í Havn var um at steðga upp.

- Ongir møguleikar tyktust at vera fyri útbygging á verandi øki. Tí heitti felagið á Tórshavnar býráð um at fremja ætlaðu útbyggingarnar av Tórshavnar havn.

- Arbeiðið er nú farið í gongd, og stórur partur av ætlaðu menningini er byrjaður – ikki minst orsakað av dygga stuðlinum frá Havnar arbeiðsmannafelag.

- Hetta er partur av teirri neyðugu og nátúrligu menning, sum eisini fer at tryggja bróðurpartin av tykkara arbeiðsplássum mong Harrans ár fram í tíðina.

- Her vil eg tí eisini veita tykkum eina persónliga tøkk. Eina tøkk fyri at standa saman við okkum, sum vilja hava eina sterka og framtíðartryggjaða havn í høvuðsstaðnum. Sterkar eru kreftirnar, sum vilja toga alt úr Havn, eisini sjálva havnina – men her standa vit saman sum ein. Vit fáa nú tryggjað og økt um arbeiðsplássini til felags gagns. Takk fyri tað.

---

- Sum óviti og hálvvaksin upplivdi eg eitt fjølbroytt arbeiðslív í Havn, og var eisini við til lossing og annað arbeiði á bryggjuni og var eisini limur í Havnar Arbeiðsmannafelag, sig so tað.

- Fyrsti formaður, eg minnist, var rokmikla býarmyndin Martin Kúrberg, sum var valdur formaður í 1951. Tá var stóra havnaarbeiðið vestanfyri í gongd.

- Í gerðabók felagsins sæst, hvussu trúfast felagið var ímóti Havnini, m.a. við krøvunum um, at teir, ið fingu arbeiði og búðu í Havnini, eisini skuldu gjalda skatt í Havn.

- Andrew Ísheim og Martin Joensen vóru formenn nøkur ár, til Martin Kúrberg aftur gjørdist formaður í 1973. Martin var sostatt formaður, tá eg fyrstu ferð varð valdur í býráðið.

- Formaðurin, eg kom at kenna best, var tó Karl Johansen, ið var valdur frá 1976.

- Vit vóru grannar líka síðan eg sum smádrongur flutti til Havnar. Karl var ein góður forsprákari og dugdi so sera væl at skipa fyri, tá ið nakað skuldi gerast í grannalagnum.

- Abbatrøð, Vørðslan og Glaðsheyggur hevur verið samlingsstað hjá okkum, sum eru uppvaksin her. Alt kjak og øll tíðindi vórðu borin hagar av Kongabrúnni.

- Í mínum arbeiði sum býráðslimur og landspolitikari kom eg at hava nógvar og positivar løtur saman við Karl.

- Hann var ein vitigur og góður maður at spyrja til ráðs, tað veri seg innan sáttmálar og lógarsmíð, alt sum hevði nakað við gerandisdagin hjá okkum øllum at gera.

- Karl sat sum varalimur í fleiri valskeiðum í Tórshavnar Býráð og tók eisini sæti í býráðnum, og tað varð altíð lurtað væl eftir, tá hann tosaði. Hann var sera væl inni í øllum viðurskiftum.

- Karl legði alla sína orku í felagsarbeiðið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann vildi, at korini hjá hansara limum skuldi vera góð, og sat hann sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár.

- Ikki vóru nógvir arbeiðssteðgir í hansara tíð, tí hann kundi næstan altíð samráða seg til nýggjar sáttmálar. Tað krevur hegni og sín mann, og tað krevur eisini, at mótparturin veit, at maðurin kann seta hart móti hørðum, tá hann heldur at mótparturin spælir hund.

- Nógvir av teimum, vit kenna frá Havnar Arbeiðsmannafelag, høvdu stóran áhuga í øðrum virksemi, sum fór fram í Havnini.

- Eg kann ikki lata vera at nevna, at um Havnarbáturin ikki megnaði at rógva skjótari enn 10. mannafarið Sólfarið hjá Karl hjá Talis kláraði at stima, so vann Havnarbáturin ikki á ólavsøku. Og tí stimaði Karl - líka til manningin vann á Sólfarinum!

- Áhugan fyri bæði kappróðrinum og grannalagnum hava synirnir borið víðari.

---

- Tórshavnar kommuna hevur eisini avbera gott samstarv við núverandi formann, Hans Joensen, og leiðsluna annars.

- Vit eru sera fegin um tann stuðul og tað trúfesti, tit altíð vísa okkum sum varða av í býráðnum, eisini - ella kanska eg skal siga serliga – tá hart leikar á frá øllum pørtum av landinum, sum ofta síggja sína egnu menning bert at hava lív lagað, um høvuðstaðurin fær tað minni.

- Felagið er enn sum áður væl frammi í skónum, tá ræður um at tryggja limum sínum góðar og tryggar sømdir.

- Tórshavnar kommuna er í dag eitt stórt maskinarí við tilsamans á leið 2.500 starvsfólkum. Og ein krummtappurin í maskinarínum er framvegis limirnir hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Í desember høvdu vit um hundrað limir hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á lønarlistanum.

- Tað eru millum onnur hesi, sum tryggja, at vit hava ein vakran bý at vakna upp til hvønn morgun, og at alt tað grundleggjandi maskinaríið koyrir, líka frá brennistøðini, kloakkering og vegagerð til reinhald og asfalt í býnum.

- Okkara viðurskifti hava ikki verið so ljósareyð, at vit aldri hava klandrast ella verið ósamd um bæði eitt og annað.

- Fyrr var illa, tí vit umboða ymisk áhugamál, – so koma ikki samanbrestir viðhvørt, so er okkurt galið. Men altíð hava vit kunnað tosað saman og samráðst, til vit hava funnið loysnirnar, sum báðir partar síggja framstig í.

- Tí fari eg at enda at takka Havnar Arbeiðsmannafelag fyri tykkara áhuga, stuðlandi hugburði og trúfesti móti býnum og øllum teimum fyritøkum, sum hava valt at húsast í Tórshavn.

- Og ikki minst fyri, at tað eisini eru tit, sum saman við okkum, hvønn dag halda Tórshavnar kommunu koyrandi við góðum tænastum, soleiðis at verandi og komandi borgarar trívast, virka og mennast.

- Hjartaliga tillukku við stóra degnum og blíðan byr frameftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo