Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hóskvøldið 15. februar fara ungir fimleikarar á pall í Norðurlandahúsinum í sambandi við dansisýningina Re-dream.

Re-dream snýr seg um dreymanna tvístøður og vakurleika. Dreymar um framtíðina kunnu hjálpa okkum, men eisini forða okkum í at liva ta lívið, sum vit ynskja okkum.

Re-dream eru tvær sera persónliga dansi-soloir, sum arbeiða við einum almennum tema við einum tragikomiskum dámi.

Dansararnir eru Antoinette Helbing og Taneli Törmä. Afturat sær hava tey fimleikarar úr Havnar Fimleikarafelag.

Taneli er í hesum døgum í Føroyum og hevur verkstovur og venjingar saman við føroysku fimleikarunum.

”Fólk hava ov nógvar dreymar – tey gerast jú bara ólukkulig” (Antoinette)

”Mínir barndómsdreymar vóru fullir av eldhugi – sum vaksin maður taki eg vakurleikan í teimum við í mítt lív” (Taneli)

Antoinette er týskur dansari og koreografur, sum býr í Keypmannahavn. Taneli er finskur dansari og videokunstnari, sum býr í Odense.

Tey eru bæði sera skemtingarsom listafólk og teirr arbeiði er merkt av eini djúpari erligheit. Í Re-dream granska tey ymsu hættirnar, tey handfara dreymar á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo