Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Ì dag eru 150 ár síðani, at Jóannes Patursson, vanliga nevndur Jóannes bóndi, varð føddur í Kirkjubø.

Skúli var ongin í Kirkjubø, men faðirin helt børnunum húslærara eitt stutt skifti.

12 ára gamal fór Jóannes Patursson at ganga í realskúla í Havn, men tá ið hann hevði gingið í 1 1/2 ár í skúla, bað hann faðirin at sleppa úr skúlanum, tí forboð var at tosa føroyskt sínamillum.

Sum 16 ára gamal fór Jóannes Patursson til Noregs at útbúgva seg innan landbúnað og tók agronomprógv í 1884. Seinni giftust hann Guðny Eiriksdóttir, og fingu tey bæði 9 børn

Í 1888 luttók Jóannes bóndi á tiltikna jólafundinum í tinghúsinum, ið av álvara má sigast at vera byrjanin til føroyska tjóðarbygging. Her yrkti hann yrkingina ”Nú er tann stundin komin til handa”.

Harumframt hevur hann yrkt føroysku tjóðini hópin av góðum fosturlandsyrkingum.

Fyri uttan at vera kóngsbóndi, má Jóannes Patursson av sonnum sigast at vera slóðarin mikli fyri okkara tjóðarbygging. Slóðarin fyri føroyskum máli, føroyskari mentan, føroyskum sjálvstýrispolitikki og øktum føroyskum sjálvsavgerðarrætti.

Í 1901 varð hann valdur á Føroya Løgting, og sama ár eisini á Fólkating.

Jóannes Patursson var framburðsmaður burturav, og á heysti í 1903 stovnaði hann Havnar Framburðsfelag saman við øðrum góðum monnum sum Djóna í Geil, Jóhan Henrik Poulsen, Rasmus Effersøe, Mads Andrias Winther, Wilhelm Mohr og O.J. Olsen.

Ì 1906 stovnaði hann Sjálvstýrisflokkin, men í 1940 gekk Jóannes Patursson egnar leiðir og stovnaði Fólkaflokkin, sum áður varð kallaður Vinnuflokkurin.

Á løgtingsvalinum í 1940 varð Fólkaflokkurin valdur á ting við 6 tingmonnum. Jóannes Paturson andaðist í 1946.

Sum stovnari av felag okkara, Havnar Framburðsfelag, ynskja vit hervið at senda tjóðarhetju okkara hesa kvøðu og við takksemi fyri tað megnar arbeiði, Jóannes bóndi hevur havt fyri føroyska mentan og tjóðarbygging sum heild.

Havnar Framburðsfelag hevur verið virkið síðani stovnanina í 1903, og til heystar hevur felagið 113 ár á baki.

Havnar Framburðsfelag
Nevndin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo