Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Klokkan 21 verður ungdómsguðstænasta í Havnar kirkju, har nógvur sangur verður á skránni.

Martin and the Revelators, sum millum annað eru kendir fyri sangin “Who by worry” fara at syngja og spæla.

Ístaðin fyri sálmabøkur og orgul, fer lovsongsbólkurin í Meinigheitshúsinum at syngja undir felagssanginum, sum eru kendir sangir og sálmar.

Bønarseðlar liggja í forkirkjuni, har til ber at skriva bønarevni á, so verður biðið fyri innkomnum bønarevnum undir guðstænastuni.

Møguleiki verður at tendra ljós og at taka sær ein lepa við skriftstaðið á.

Eisini verður stutt hugleiðing við Ann Dahl Hansen, sóknarpresti.

Altargongd verður.

Eftir guðstænastuna verður opið hús í Kirkjustovu ( gula húsið við Havnar kirkju) har okkurt gott er at fáa. Opið er til klokkan 24.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo