Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú bórust tíðindi um, at Kringvarpið ikki ætlar at senda frá FM í svimjing í ár. Hetta kemur sera óvart á okkum.

Enn meira óvart kemur tað á, at okkara sersamband, Svimjisamband Føroya, hjartaliga tekur undir við hesi avgerð, og beinleiðis argumenterar fyri henni.

Høvuðsargumentið fyri ikki at senda er, sambært Svimjisambandinum, at koronafarsóttin gongur.

Hyggja vit rundan um okkum, er argumentatiónin øvugt. Koronafarsóttin hevur nettupp gjørt tað alneyðugt at sjónvarpa sum ongantíð fyrr, tí áskoðarar skulu helst sita heima.

So argumentatiónin hjá Kringvarpinum/Svimjisambandinum hongur ikki saman. Vit eru sostatt grundleggjandi ósamd, og kenna okkum tí noydd at mótmæla hesi avgerð.

Beinleiðis sjónvarpað FM í svimjing í Kringvarpinum hevur verið fastur táttur í mong ár. Kringvarpið hevur framleitt hesar framúrskarandi sendingar, sum vekja ans uttanlands fyri høgu góðskuna, og sum hava ómetaliga stóran týdning fyri okkara svimjarar og fyri føroyska svimjing.

Føroyskir svimjarar hava í mong ár verið millum tey ítróttafólk, ið hava fingið bestu úrslit uttanlands. Fremstu svimjarar okkara venja 20 - 25 tímar um vikuna, so tey leggja sera stóra orku í ítróttina.

Vit halda, at Kringvarpið framhaldandi eigur at vísa svimjarunum hesa viðurkenning, eina ferð um árið, at senda frá størstu svimjikapping í landinum.

Koronafarsóttin forðar í ár fyri, at vit kunnu hava áskoðarar í høllini, sum vanligt. Júst tí er meira umráðandi enn nakrantíð, at kappingin sæst heima í stovunum í Føroyum.

Vit skulu tí hervið inniliga heita á Kringvarpið um at endurskoða avgerðina.

Havnar Svimjifelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo