Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Svimjifelag: Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Starvið varð lýst leyst í mars og 18 umsøkjarar vóru, tá freistin var farin.

Maciek Hampel, ið er 57 ára gamal, hevur master útbúgving í Sports Training frá University of Physical Education í Warszawa. Hann kemur úr starvi sum høvuðsvenjari í Akademicki Zwiazek Sportowy í Lodz í Pólandi.

Maciek hevur meir enn tríati ára royndir sum svimjivenjari, og hansara svimjarar hava m.a. vunnið heiðursmerkir á europeiskum junior og senior meistarastevnum og junior heimsmeistarastevnum. Maciek hevur síðan 1999, stórt sæð uttan steðg, verið tengdur at pólska svimjilandsliðnum; seinast í fjør sum venjari til olympisku leikirnar í Tokyo.

Í sambandi við at FM á langgeil var í Vági herfyri, var Maciek heima í Føroyum til setanarsamrøðu. Høvi var m.a. eisini at hyggja at svimjing og at hyggja at umstøðunum hjá svimjifelagnum í Gundadali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo