Tórshavnar kommuna: Í vikuni skrivaðu borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, og formaðurin í Havnar Telvingarfelag, Jóannes V. Hansen, undir leigusáttmála.
Komandi árini fer Havnar Telvingarfelag at húsast í Finsen í Tróndargøtu. Hølini veråa nýtt til virksemi felagsins fram til 2025.
Havnar Telvingarfelag er fyrsta talvfelag í Føroyum og varð tað stovnað 18. apríl 1923. Sostatt er talvfelagið í hølunum í Finsen, tá ið felagið kann hátíðarhalda 100 ára stovningardagin.
Við á myndini er eisini Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo