Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Havnarkórið, ið hevði upprunanavnið  Útvarpskórið, varð stovnað 24. januar 1966. Leiðarin av kórinum frá byrjan og heilt fram til heystið 2014 var tann framtakshugaði Ólavur Hátún.

Við Ólavi sum kveikjara fekk kórið sín eyðkenda ljóm, og víðkaði arvbundna sangtilfarið við kórsatsum úr norðurlendskum og  meginevropeiskum uppruna.  Hesir kórsatsarnir skiltu seg bæði í klangi og harmonium burturúr  hevdbundnum føroyskum kórsangi. Fremmandsligi sangstílurin var ikki serliga væl umtóktir í byrjanini, men tað var kortini skjótt, at áhoyrarin tók nýggja sangstílin til sín, og ivaleyst varð hann íblástur til menning av nútímans kórtónleiki í Føroyum.  

Havnarkórið hevur framført fleiri stór tónaverk, og er serliga Messias eftir Händel at kalla samlíkt við Havnarkórið, eins og Jólaoriatoriið eftir J.S. Bach og Skapanina eftir Joseph Haydn  hava verið á skránni.

Uttanlandsferðirnar hava verið nógvar, og hevur kórið verið á palli í ‘Carnegie Hall’ í New York og ‘Die Goldenen Saal’ í Wien. Umframt hevur kórið verið við á fleiri kórstevnum í Norðurlondum, í Eysturríki og í Fraklandi.

Av útgávum eiga at verða nevndar Kór og Kvæði, Blátt, saman við Tórshavnar Kamarkóri, og Havnarkórið 45 ár, ið er tvífløga, har onnur fløgan inniheldur meginpartin av føroysku Holmboe-satsunum, sum hava verið sungnir gjøgnum árini.

Á heysti 2014 tók Leif Hansen við sum kórleiðari, og við honum og Ólavi Hátún fer Havnarkórið at hava tvær jubileumskonsertir – tann fyrra í Vestmanna kirkju fríggjadagin tann 6. mai og tann seinna í Eysturskúlanum í Havn tann 7. mai.

Í oktober 2016  fer kórið á konsertferð til Edinburgh.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo