Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Fríggjakvøldið 4. juni verður Mentanarnátt í Havn, og sum vanligt er nógv forvitnisligt á skránni.

Mentanarnáttin verður sett uttan fyri Býráðshúsið klokkan 18.00, og í ár verður tað stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sum setir Mentanarnáttina.

Ongantíð áður hevur skráin verið so rúgvismikil. Alt byrjar niðri í Vágsbotni við fjákutum gongulagi afturvið lívligum horntónleiki og kappingum. Okkara mentanargøta, Tórsgøta, spílar seg út við skaldskapi, upplestri, framsýning og tónleiki.  

Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin og livandi tónleikurin sermerkir Mentanarnáttina bæði úti og inni. Mest sum allastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.  

Og sum vant hava handlarnir í miðbýnum opið til á midnátt, og matstovurnar spenna seg út hetta kvøldið.

Mentanarnáttin í Havn er fyrireikað í samráð við koronuráðgevingina. Tað verður heitt á øll um at fylgja almennu tilmælunum.  

Verið vælkomin á Mentanarnátt, tá ið Havnin vísir seg frá síni bestu síðu.

Visit Tórshavn samskipar Mentanarnáttina, og tú sært skránna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo