Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tórshavn.fo: Í kvøld hevur Tórshavnar býráð endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2022 við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti.

Samlaðu inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu verða nú mettar til 1 milljard og 162 mió. kr. Hetta eru 70,2 mió.kr ella 6,4 prosent hægri, enn í fíggjarætlanini í fjør.

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 917,1 mió.kr, ið er 36,7 mió. kr ella 4,2 prosent hægri enn í fjør. Íroknaður er tá lønarvøkstur á 1,75 prosent.

Ímillum 1. og 2. viðgerð er vøksturin í útreiðslum minkaður úr 4,8 niður í 4,2 prosent í eini tilgongd at fáa í lag skynsamari rakstur.

Vøksturin í rakstrarútreiðslunum er serliga á eldraøkinum, á sosiala og barnaverndarøkinum og á dagstovnaøkinum. Størsti parturin av vøkstrinum eru lønir, tí hesi økini eins og restin av kommununi eru rættiliga lønartung.

Vøksturin í barnatalinum krevur fleiri stovnspláss. Stór útbygging fer nú í gongd av dagstovninum á Hamrinum fyri 30 mió.kr.

Dagstovnaøkið verður uppnormerað við 10 mió kr. Arbeiðsbólkur hevur latið seks tilmæli um at styrkja námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum. Játtanin er størsta einstaka uppraðfesting av dagstovnaøkinum nakrantíð og fer beinleiðis til stovnarnar og harvið børnini.

Stórur dentur er lagdur á eitt vælskipað og uppraðfest eldraøki við nýggjum røktarheimi og røktaríbúðum. Eldraøkið verður framtíðartryggjað, og normeringin hækkar við 5 mió. kr.

---

Fyri at allar familjur og einstaklingar í kommununi skulu hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri, eru settar í gongd kommunalar og privatar útstykkingar í stórum tali.

Gongd er sett á útstykkingar til sethús, raðhús, eigara- og leiguíbúðir á Argjahamri og við Stórutjørn. Í Kollafirði er lendi boðið út eins og á Velbastað. Í Nólsoy verður víðkað um verandi útstykkingar.

Privatar íbúðarbyggingar við bæði ognar- og leiguíbúðum eru eisini farnar í gongd. Millum Horna er til dømis lendið boðið út til privatar byggiharrar at byggja raðhús og leigubústaðir.

Samtykt er at bjóða lendi til lutaíbúðir. Talan er um tvey lendi, har tað skulu byggjast 60 lutaíbúðir.

Vit fara harumframt at gera fleiri vinnustykki, m.a. við Stjórutjørn, til ymiskan tørv og í ymiskum støddum.

---

Samlaðu íløgurnar fyri 2022 verða 272,5 mió. kr. Hetta eru alt íløgur, ið eru neyðugar fyri Havnina.

Størsta verkætlanin er langhylurin í Gundadali, sum 40 mió. kr eru settar av til í íløguætlanini fyri komandi ár.

Nýtt røktarheim er ein av stóru og nýggju íløgunum fyri framman. Heimið er staðsett á Stórubrekku við 64 nýggjum røktarheimsplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum. Settar eru av 6 mió.kr til prosjektering. Aftan á verður farið í gongd við at byggja.

Skjøtil verður komandi ár settur á Stórhøllina við 10 mió.kr. Høllin kemur at hýsa innandura ítróttargreinunum umframt alskyns tiltøk av fólksligum og vinnuligum slag.

Bátahylurin í Álakeri verður liðugtgjørdur. Settar eru av 18 mió.kr fyri komandi ár. Eisini Skjótibreytin verður gjørd liðug. Avsettar eru 5 mió.kr komandi ár.

Løgtingið hevur endaliga samtykt at veita fíggjarligan stuðul á 110 mió. kr til Innkomuvegin. Kommunan setir av 10 mió.kr komandi ár og góðar 40 mió.kr árliga næstu fýra árini.

Til fríðkan av kommununi eru í íløguætlanini komandi ár settar av íalt 27 mió. kr. Týðandi partar av miðbýarætlanini eru 8 mió.kr av hesi upphædd. Til fríðkan av bygdum eru settar av 2 mió. kr og 5 mió.kr til fríðkan av býnum. Lendisgøtur 4 mió. kr. Spælipláss í býnum 5 mió.kr og vetrarfriðing í Kollafirði og Nólsoy 1 mió. kr.

Í Kaldbak verður sett hol á fyrireikandi arbeiðið at byggja fimleikahøll og borgarahús. Settar verða 5 mió.kr av á íløguætlanini komandi ár.

Dagføringar verða gjørdar á Hoyvíkar skúla og Skúlan við Løgmannabreyt fyri íalt 3,9 mió. kr.

Avsettar verða íalt 10 mió. kr til fótbóltsvallir, herundir á Argjum og í Hoyvík.

Tørvur er á nýggjum vatnreinsiverki í Havnardali, og byrjað verður tí at fyrireika hetta við at seta 1 mió. kr av á íløguætlanini.

Játtanin til dagføring av kloakkum verður hækkað, so samlaða upphæddin nú er 8 mió. kr. Avsetingin til vegaverkætlanir veksur til 8 mió. kr komandi ár.

Farið verður undir umfatandi grønt tiltak við nýggjari skiljihøll á Brennistøðini. Hetta er eitt nýtt umhvørvisliga týdningarmikið átak, sum ger bæði skiljing og endurnýtslu av burturkasti munandi lættari hjá bæði borgarum vinnu. Avsettar eru 7 mió. kr.

---

Hjá Tórshavnar havn eru samlaðu íløgurnar 24 mió. kr, herav størsti parturin er til at byggja nýggjan terminal á nýggja havnalagnum.

---

Tórshavnar kommuna stuðlar grønari umlegging og leggur tí stóran dent á grøna orku og umhvørvið annars, og vit stuðla tiltøkum fyri fólkaheilsu og grønari menning.

Sum ein liður í grønu átøkunum eru avsettar 8 mió.kr, umframt 15 mió. kr til Fjarhitafelagið, nú felagið er farið undir stórar útbyggingar av fjarhitanetinum, so fjarhitin kann gagnnýtast um allan býin. SEV setir eisini 15 mió. kr av til sama endamál.

Skattaprosentið verður óbroytt, 19%, og barnafrádrátturin verður 8.000 kr.

Vit vóna og ætla, at valskeiðið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum til gagns fyri borgarar í allari kommununi, og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo