Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 26. mai kl. 20.00 verður øðrvísi kvøldseta á Reinsarínum, har høvuðsstaðarkommunan verður lýst fyrr og nú. Hendan dagin hevur Havnin havt býarstýri í 150 ár.

Á kvøldsetuni verður vístur nýggjur stuttfilmur um menningina hjá fólkaræðinum í býnum. Í fyrstani stýrdu bara menn Havnini, og 90 ár gingu, áðrenn nøkur kvinna slapp framat í býarstýrinum.

Á pallinum verður samrøða við Jens Paula Nolsøe, søgufrøðing, sum saman við Kára Jespersen hevur skrivað Havnar søgu. Samrøðan er um, hvussu Havnin gjørdist miðdepil í Føroyum.

Birita Wardum, býararkitektur, og Mayfinn Norðoy, arkitektur, skifta orð um at varðveita gamalt og skapa nýtt í býnum. Má tað gamla víkja fyri nýggjum, ella skal gamalt varðveitast av romantiskum orsøkum? Tey svara spurningum, eisini um miðbýin.

Hansina Iversen, listakvinna, hevur verið ein túr í gøtunum og tikið myndir. Hon fer aftur við myndunum at hugleiða um, hvat riggar og ikki riggar í býnum, og hvat býurin kundi bjóðað aftrat.

Upplestur er eisini á skránni.

Kim Hansen við væl uppløgdum orkestri spælir kendar havnarsangir millum innsløgini. Kvøldsetan er ætlað at vera upplýsandi og hugfarslig. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo