Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Avtala er nú gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at nýggja og framkomna havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” fer at vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum.

“Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent m.a. Smyril Line, Skansi Offshore, Thor Offshore og Bakkafrost sum útbúgvingarstøð fyri aspirantar, og við avtaluni við Havstovuna legst ein møguleiki aftrat hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð við skipum í serflokki”, sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum. Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, og gevur hon teim lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið undir lesnaðinum, eins og kent er úr útlondum.

“Havstovan vil við hesum fegin vera við til at leggja fleiri lunnar undir møguleikarnar hjá aspirantum”, sigur Annfinn Hjelm, reiðari á Jákup Sverra og leggur afturat, “at tað er sjálvsagt at gagnnýta framkomna skipið til at geva aftur til føroyska samfelagið og á hendan hátt at viðvirka til at fáa enn fleiri vælútbúgvin fólk at søkja sjógvin”.

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri siglir eftir fastlagdari ætlan fyri eitt ár í senn. Fyribils er ætlanin at hava ein brúgvaaspirant knýttan at skipinum í senn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo