Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir biologassistenti til deildina fyri havsúgdjór á Havstovuni.

Viðkomandi skal vera við í dagliga arbeiðinum á deildini fyri havsúgdjór, ið m.a. fevnir um at:

– Gera lívfrøðiligar kanningar av hvali og kópi.

– Skráseta dáta á teldu og greina aldur, nøring og annað á starvsstovu.

– Fara við Jákup Sverra og øðrum skipum/bátum at gera kanningar.

– Annað fyrifallandi arbeiði á stovninum.

Umsøkjarar við áhuga fyri havlívfrøði og kunnleika til hval og kóp hava fyrimun. Góð evni at samstarva er ein fortreyt. Eisini er ynskiligt at viðkomandi er kropsliga væl fyri, praktiskur og er tøkur aðrar tíðir enn vanligar arbeiðstíðir, til dømis tá grind er.

Setanartreytir
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 16. desember 2020.

Umsóknirnar skulu sendast til:

Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn

ella teldupost: hav@hav.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Mikkelsen, lívfrøðing, teldupost: bjarnim(at)hav.fo, tlf. 27 85 88.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo