Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fegnir HB'arar við Cadburysteypinum - Mynd: Bjarni Enghamar

Fegnir HB'arar við Cadburysteypinum - Mynd: Bjarni Enghamar

Fegnir HB'arar við Cadburysteypinum - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Longd leiktíð mátti til, áðrenn liðskiparin hjá HB, Teitur Justinussen kundi taka ímóti Cadburysteypinum, sum er steypakappingin fyri Dreingir U15.

Talan var annars um ein javnan dyst, og tá dómarin, Jón Tór Baldvinsson floytaði fyri seinastu fer eftir vanliga leiktíð, stóð á jøvnum 1-1. Tískil máttu liðini undir at spæla tvær ferðir 10 minuttir, og tá eydnaðist HB at fáa tvey mál afturat.

Baldur Niclasen legði teir reyð-svørtu á odda longu í 5. minutti, meðan Ovi Johansen javnaði fyri KÍ eftir steðgin. Í longdu leiktíðini gjørdi Thomas Miezan, sum eisini varð valdur til dagsins spælara, bart, og skoraði tvey mál, og tryggjaði harvið HB Cadburysteypið 2021.

Næsta vikuskiftið, fríggjadagin 1. og leygardagin 2. oktober vera í alt fýra steypafinalur á skránni. Fríggjadagin kl. 17:30 eru tað HB og KÍ, sum møtast í finaluni fyri Dreingir U13, og kl. 19:00 eru tað EBS/Skála og Víkingur, ið bresta saman um Mótasteypið hjá U18-gentunum.

Leygardagin kl. 10:30 spæla KÍ og NSÍ steypafinaluna fyri Gentur U13, og kl. 12:00 fara HB og FC Hoyvík á vøllin at dystast um Eilif Arge steypið, ið er steypakappingin fyri Gentur U15.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo