Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vandi er í hvørjari vælferð.

Tað vardi ikki okkara Atlantic Airways, at risa kappingarneytin SAS sum smyril í staraflokki brádliga ein morgun bjóðar seg fram.

SAS verður ein álvarsom avbjóðing hjá Atlantic Airways, ikki minst í hesum døgum, har vit sum brúkarar ganga eftir prísum og sømdum, júst sum millum Føroya Tele og Vodafone.

Tað er ongin ivi um at AA verður noytt at laga seg eftir broyttum umstøðum.

Vága Floghavn og Atlantic Airways eru ímillum størstu arbeiðspláss hjá Sørvági og einar 100 familjur hava sína inntøku har. Hesi feløg eru fundamentini og lívæðrin hjá okkum sørvingum og vit mugu gera hvat vit kunna so hesi hava bestu umstøður at virka undir.

Flogferðslan økist og longu nú sæst at Vága Floghavn á summum økjum er ov lítil og okkum tørvar eisini eina tvørbreyt, tá hann er útsynningur sunnan í ættini.

Ein tvørbreyt og ábøtur á flogvøllin mugu fremjast beinanvegin, vøllurin má verða kappingarførur uppá allar mátar.

Tað er onki at ivast í, at tá vegurin frá Eysturoyartunnilin er komin til Havnar, so støðgar hann ikki við brúnna á Argjum, nei, hann fer víðari út á Glyvurnes har heilt seriøsar ætlanir eru um ein annan stóran altjóða flogvøll og myndin verður sum Svangaskarð ímóti Tórsvølli.

Tað má ikki koma fyri at Vága Floghavn, júst sum Atlantic Airways verður tikið á bóli, og at ætlanirnar um eina stóra floghavn á Glyvurnesi verða til veruleika við einum aggressivum borgarstjóra í Tórshavn, hvør so hon ella hann verður aftaná valið.

Tað er so ongin ivi um, at eg, verði eg valdur aftur fari at berjast fyri áhugamálunum hjá okkara flogvølli her vestri og okkara Atlantic Airways.

Vit mugu ikki taka nakað fyri givið. Vit eru uppi ímóti sterkum, eirindaleysum kreftum í Havn.

Øll tit, sum hava tykkara dagliga breyð frá flogvøllinum og AA, hjálpið mær at verja borg og tykkara familjur.

Jákup Suni Lauritsen
Sørvágs Kommuna
Valevni á Lista B

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo