Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg hevði væntað mær meiri solidaritet frá landsstýrismanninum úr javnaðarflokkinum, nú hann hevur valt út, hvørjar oyggjabúgvar hann vil loyva ókeypis um fjørðin.

Inni á heimasíðuni hjá Útoyggjafelagnum er listi gjørdur yvir útoyggjarnar, og fevnir hann eisini um millum annað Kalsoy.

Men avtalan, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt um ókeypis sigling til útoyggjar, fevnir ikki um kalsoyingar.

Eg veit helst eisini hví. Hann vil, at rokningin framhaldandi skal gjaldast av Klaksvíkar kommunu og ikki av landinum.

Í strembanini eftir at gera tað so liviligt sum gjørligt á útoyggj í kommununi, hava vit valt - fyri fleiri árum síðani - at givið fólki á útoyggj møguleika at ferðast bíligari og síðani ókeypis.

Nú er tann margháttliga støða íkomin, at landsstýrismaðurin fyrst ynskir at norðoyingar framhaldandi skulu gjalda norðoyatunnilin og aðrar tunlar í Føroyum, og vit skulu, sum einasta kommuna, gjalda fyri ferðandi til útoyggj.

Hvør segði solidaritetur?

Kringvarpið veit ikki at Kalsoyggin er til

Tað sum ger støðuna enn meiri órógvandi er, at ikki ein gong okkara alment fíggjaða Kringvarp roknar Kalsoynna upp í útoyggjarnar í Føroyum, sum hava siglandi ferðasamband um fjørðin.

Í Dagur og Viku í kvøld tók verturin als ikki Kalsoynna upp á tungu, hóast hann annars nevndi allar aðrar oyggjar í Føroyum, sum ikki fingu lut í ókeypis ferðaseðlum.

Hetta fær meg enn einaferð at seta spurnartekin við landafrøðiliga kumpassið hjá hesum almenna stovni, ið skal umboð sjónarmið kring alt landið.

Eg vóni, at stovnurin kemur við einari umbering til Kalsoyingar.

Jógvan Skorheim
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo