Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Næstseinasta býráðsval fekk hann so nógvar atkvøður, at hann sat einsamallur við meiriluta í býráðnum.

Hann gjørdi tó eina samgongu.

Men eftir seinasta val varð hann snildisliga trýstur út, tá kvinnurnar í býráðnum stungu høvdini saman og løgdu ráð um eina samgongu uttanum Heðin.

Hann hevur tó ikki kett seg í andstøðu, hevur sitið sum næstformaður á tingi og verið landsstýrismaður og verið í býráðssalinum, tá tað hevur borið til.

Um dagarnar bað hann um innlit í mál um, hvussu nógvar kærur sitandi býráðsmeiriluti hevur fingið frá Løgtingsins Umboðsmanni hesi farnu meira enn trý árini.

Í hesum sambandi varð hann spurdir beinleiðis, um hann ætlar at stilla upp til komandi býráðsval.

Og til tað svarar Heðin ja.

So verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer, um hann einaferð enn klárar at vinna so stórt, at hann aftur verður borgarstjóri í landsins størstu kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo