Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri trimum árum síðan gav Heðin Mortensen boð um at kuta niður 5 sera sjáldsom trø av slagnum tjørn í urtagarðinum við Umlættingarheimið við W. U. Hammersheimbsgøtu?

Hetta var ein liður í sjálvpromovering til býráðið, at hann skuldi geva ljós og luft til tey eldru á Umlættingarheiminum.

Klokkan 8 á morgni var motorsag sett á trøini, men varð hetta umgangandi steðgað av býargartnarinum.Tað finnast bara hesi 5 trø, ið eru væl eldri en gamli persioneraði borgarstjórin Heðin Mortensen.

Og hvussu gekk annars við meira enn 150 ára gamla ahorntrænum, ið varð avhøvdað fyri trappugalskapinum í Steinatúni?

Hvør hevur lagt alt undir innfluttar danskar brúgvasteinar í Miðbýnum og køvt mesta grøna vøksturin og lívið sum heild har ein vildi mett mest upplagt varð at fólk og smáhandlar kundu finna trivnað.

Eina trappu fyri 10-15 milliónir á mest rokasliga trafikala knútanum í Vágsbotni har alt er við at verða ein stór fløkja og nærmast vandamikið fyri fólk til gongu ella á súkklu.

Tað sæst væl allar staðir at púrt einki skil hevur verið í býarskipanini í mong harrans ár, og at býlingar kringum eru komnir í álvarsamar trupulleikar av manglandi og sera vánaligari fyriskipan og planlegging í allar mátar.

At upptakið hjá sitandi býráð er trupult at rætta upp, er væl skilligt.

Arkitektar hava roynt kropp á kroppi at fáa skil á býarrskipan og planlegging fyri at fáa infrakervið, tanastur, handlar, vinnufyritøkur, útbúgvingar og socialar funktiónir og bústaðarøkið at ganga upp í eina vælvirkandi heild, men sæst í dag at ruðuleikin eftir Heðin Mortensen hevur aldrin verið størri.

At kenna sína vitjunartíð er opinbart rættuliga trupult, men vónandi kann eitt býráðsval við nýggjum og ungum visionerum skilafólkum rætta upp í fløkjustampinum hjá Heðin Mortensen.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo