Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað verður einki av tí í ár, sum var í fjør við at grannaløg og einstaklingar fáa stuðul til at skipa fyri ólavsøku.

- Vit fara at halda eina friðarliga og góða ólavsøku, eina vanliga ólavsøku, har vit ganga oman og niðan, sum vit plagdu at gera, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá ið VP spyr.

Borgarstjórin sigur, at tað verður heldur eingin miðnáttarsangur og heldur einki á Skálatrøð, sum plagdi at vera til tey ungu.

- Men sjálvandi verða nógv tiltøk av ymiskum slagi við tónleiki og básum og øðrum undirhaldi, men einki stórt tiltak, sum kommunan er við í, og kommunan fer heldur ikki at stuðla nøkrum stórum tiltaki, sigur borgarstjórin.

Stuðulin sum grannaløg og einstaklingur fingu í fjør var tilsamans um 1,1 millión krónur, og vóru tað eini 40 umsóknir sum kommunan fekk, og sambært borgarstjóranum so gav hetta nógva umsiting hjá kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo