Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

I gjár avdúkaði Javnaðarflokkurin eitt av teirra politisku málum til valið: Ognarskatt i Havn.

Hetta var neyvan ætlanin, at tað skuldi koma fram áðrenn valið, tí sjálvur Heðin Mortensen kendi seg noyddan at fara út og bera i bøtiflaka eftir neiligu reaktiónirnar.

Tað, sum tó er áhugavert er, at i lesarabrævinum hjá Heðini Mortensen undirstrikar hann, at hann og Javnaðarflokkurin taka undir við ognarakatti.

Hann skrivar soleiðis “vit eiga at hyggja eftir møguleikunum fyri ávísum tænastugjøldum í teimum førum hús t.d. standa tóm í Havnini. Tað er ein veruleiki, at summi eiga fleiri hús í Havnini, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ein kostnaður hjá kommununi at veita undirstøðu til sethús”

Hvat er hetta annað enn ognarskattur?

Eitt tænastugjald er bert eitt annað heitid fyri ognarskatt, og bert byrjanin til onnur gjøld og skattir.

Er prinsippið fyrst innført, verður tað skrúvan uttan enda.

Herfyri mátti Heðin á líkandi hátt út at bera i bøtiflaka fyri ein tingmann hjá Javnaðarflokkinum, sum gekk inn fyri millum kommunalari útjavning.

Hvussu vit venda og snara hesum, so er støðan tann, at hugsjón Javmaðarfloksins er fleiri skattir og avgjøld á vanliga borgaran.

Hetta koma vit i Fólkaflokkinum aldrinn at taka undir við.

Annika Olsen
Borgarstjóri i Tórshavnar kommunu

(goldin grein)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo