Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

1. februar 2019 var hátíðarløta í Posthúskjallaranum, har kommunan heiðraði tveimum av trúgvu starvsfólkunum hjá Tórshavnar Kommunu: Dagny Isaksen, fyri 40 ára tænastu, og Margrith Simonsen, sum hevur 25 ára starvsdag.

Dagny Isaksen varð sett í starv sum klinikkassistentur í barnatannrøktini 15. okt. í 1978. Sostatt hevur Dagny verið í starvi hjá TK í samfull 40 ár. Bara Anna Berg hevur verið eitt ár longri á tannlæknastovuni, hon hevur verið í 41 ár, og fyri hetta fekk Anna, eisini nakað seinkað, Drotningamedaljuna í januar 2018.

Dagny, sum í 1978 æt Antoniussen, er ættað úr Klaksvík. Síðani giftist hon Janus Isaksen og fekk eftirnavnið Isaksen í staðin. Saman settu tey búgv í Mannbrekku í Hoyvík, har tey framvegis búgva. Tey eiga tvey børn og ein 6 ára gamlan ommuson. Janus-navnið er vældámt í familjuni, tí bæði maður, sonur og ommusonur eita Janus Isaksen.

Tá Dagny søkti sítt núverandi starv sum klinikkassistentur, var hetta eitt nógv eftirspurt starv, ikki færri enn 22 umsøkjarar vóru til starvið. Dagny var so tann útvalda og hevur verið tannlæknastovuni ein trúgv og góð hjálp øll hesi árini. Altíð friðarlig, ein kann vera vísur í, at tað, Dagny átekur seg at gera, tað verður gjørt til lítar.

Dagny hevur starvast tætt saman við fleiri tannlæknum. Hon byrjaði á sinni eitt stutt skifti hjá Erling Simonsen, sála, at venja seg við mannagongdirnar, síðani hjá Kjell Kojan, einum norskum tannlækna, ið var í barnatannrøktini eitt 2 ára skifti. Tá hann fór avstað var hon saman við Sigrid Arge í eini 10 ár, síðani Katrin Reinert, og arbeiðir nú saman við Elspu Samuelsen, tannlækna, har partíðarstarvið verður deilt við Karlu Dahl.

Margrith Simonsen varð sett í starv sum klinikkassistentur í barnatannrøktini 18. aug. 1993. 

Margrith hevur sostatt verið í starvi hjá TK í 25 ár og 5 mánaðir.

Margrith er Havnafólk við stórum H, hóast foreldrini vóru úr Gøtu og av Skarvanesi. Margrith byrjaði sína útbúgving til klinikkassistent í Danmark, men tá heilsan hjá pápanum fór at bila, kom hon aftur til Føroyar at taka sær av heiminum. Har var hon dygg og trúgv, líka til Guttorm andaðist á vári 2011.

Margrith hevur eins og Dagny starvast starvast saman við fleiri tannlæknum á klinikkini í Tórsgøtu: hon byrjaði í 1993 saman við Berit R. Olsen, síðani Unn Jakobsen, og eina tíð við fleiri tannlæknaavloysarum, tá farloyvi av ymiskum orsøkum hava verið.

Nú starvast Margrith saman við Gunnhild Bjørk, tannlækna. Síðani 2011 eru tær ein dag um vikuna á klinikkini á skúlanum á Argjahamri.

Útyvir tað hevur Margrith havt fleiri týdningarmiklar uppgávur í barnatannrøktini. Frá 2005 hevur hon saman við Emi Egholm verið Kaizen-konsulentur og tær stýra hegnisliga starvsfólkafundunum hvørja viku.

Eisini profylaksebólkinum hevur hon luttikið í í fleiri ár, har verða mong ymisk projekt avgreidd hvørja viku.

Margrith hevur nú verið so mikið leingi í barnatannrøktini, at hon hevur ynskt at sleppa at royna aðrar leiðir eina tíð. Margrith hevur tí søkt farloyvi alt árið 2019 og hevur eisini fingið hetta játtað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo