Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað eru í ár liðin fimmti ár, síðani Kór Glyvra kirkju varð stovnað í 1969. Í hesum sambandi verður heiðurskonsert í Glyvra kirkju sunnudagin 12. mai kl. 17  við bæði yngri og eldri sangarum.

Hesi seinastu árini hevur kórið lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini. Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eyga at nema sær kunnleika og fáa íblástur.

Símun Nónklett og Meinhard Bjartalíð stjórnað kórinum. Jensina Simonsen og Jón Magnus Joensen sita við orglið. Kórið syngur føroyskar sangir og klassisk verk til konsertina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo