Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fróur fer til verka hvør í sínum lag.
Sólareygað sterka føðir nýggjan dag.
Verndareingil vardi væl við vára vrá.
Guð oss sjálvur lærdi: trygg vit eru tá.

Sunnudagin fyllir ein kendur vágbingur, skaldið Niels Petur Nolsøe, 75 ár.

NePtuN hevur í mong ár ríkað okum við megnar yrkingum báði til gamans og álvara. Ein lítil partur er komin út í bók í tveimum yrkingasøvnum.

Í samband við føðingardagin verður skipað fyri eini almennari heiðursløtu í Vágs kirkju, har Kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Jóannes Nolsøe fer at syngja nakrar av kendastu sálmunum og sangunum hjá NePtuN.

Eisini fer Jóannes Nolsøe, at spæla nýskrivaða orgulverkið “Kirkjuljómur”, sum Sunnleif Rasmussen skrivaði til 80 ára dagin hjá kirkjuni og kórinum í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo